Jákup Mikkelsen ella Bigge, sum hann altíð hevur verið nevndur í Klaksvík, er saman við konuni Ester fastur fúsur, tá ið endaspæl í hondbólti eru á skránni. Tey vóru í Berlin fyri tveimum árum síðani, tey vóru í Trier fyri jól, og nú eru tey í Oslo, har vit seinnapartin hittu Jákup Mikkelsen, sum fyrireikaði seg at fara til dystin millum Føroyar og Slovenia, sum verður klokkan 19.30.
Jákup var í nógv ár løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, men var ikki á listanum, tá ið løgtingsval var 8. desember 2022. Jákup var í ungdómsárunum kendur fótbóltsspælari í Klaksvík. Hann var álopssinnaður og skoraði mál, meðan eldri beiggin Mikkjal Mikkelsen sáli var álit í verjuni og stýrdi spælinum.
-Tað var mest fótbóltur hjá mær, men vit í Stjørnuni vunnu eitt FM heiti í dreingjadeildini. Tað varð eg mintur á nú ein dagin, tá ið ein av liðfeløgunum legði mynd av meistaraliðnum á facebook. Tað var í 1973, at vit vunnu dreingjadeildina, minnist Jákup Mikkelsen aftur á.
Nú eru tað longu nógv ár síðani, at Ester og Jákup Mikkelsen saman við øðrum keyptu JFK Heilsøluna, sum er ein av stuðlunum hjá Hondbóltssambandi Føroya.
-Vit hava altíð stuðlað lokala hondbóltsfelagnum, og tá ið vit fingu møguleika at vera ein av stuðulunum hjá HSF, nú landsliðini bæði hjá kvinnum og monnum hava megnað at spæla seg í endaspæl, so tóku vit av, og tað er ein fragd at fylgja liðunum og síggja, hvussu væl tey klára seg. Tað verður øgiligt arbeiði lagt í hetta. Bæði tey, sum skipa fyri, og liðini spíla seg av álvara út, og fyri okkum mongu, sum eru hjástødd, er hetta minni fyri lívið, sigur Jákup Mikkelsen.
Saman við konuni og døtrunum og teirra eru tey í Oslo, og hetta er av álvara familjuferð við øllum tí, sum tað ber við sær.
-Um tað eydnast liðnum at vinna seg í miðumfarið, so hava vit hug at fara til Malmø. Hvussu tað verður við tí er ikki heilt greitt enn. Konan fer fríggjakvøldið um eina viku at halda 70 ára føðingardag í Varpinum í Klaksvík, og nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga upp við stóra føðingardegnum, sum vit sjálvandi gleða okkum nógv til at halda saman við gestunum, og við hondbóltinum í Malmø, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann heldur, at avrikini og úrslitini í tveimum teimum undanfarnu dystunum eiga at geva føroyska liðnum gott mót um, at tað eisini í kvøld fer at ganga væl.
Stjørnan dreingir føroyameistari í 1973
Aftanfyri frá vinstru: Olivur Thomsen, Jákup Mikkelsen ( Bigge ), Per Jacobsen og Hans Black.
Frammanfyri frá vinstru: Leif Olsen, Egil Johansen, Jaspur L Johannesen og Jógvan Linklett.