Ongi úrslit

Meiri enn 60 ára gamal dreymur er veruleiki í Runavík

Í dag verður stórsligið hátíðarhald í Runavík í sambandi við, at svimjihøllin er liðug

Jonhard Hammer
6 tímar síðan

Tað er stórur dagur í Runavíkar kommunu í dag. Har verður skipað fyri stórslignum hátíðarhaldi, og tað verður roknað við, at fjøldin, sum fer at savnast í Bylgjuni og nýggju svimjihøllini verður heilt stór.

Hátíðarhaldið verður klokkan 17, og dyrnar lata upp klokkan 16.30 og gingið verður inn í ítróttarhøllina.

Til høvið verður frumframført eitt nýtt, spennandi tónleikaverk, sum sangskrivarin og guitarleikarin Niclas Johannesen hevur skrivað til heiðurs fyri Bylgjuni. Verkið tekur ymiskt við úr allari kommununi og er fyri kór, blásarar, orkestur, solistar, upprópara og, ja, svimjihyl! Heili seksti tónleikarar vera á palli at framføra verkið.  

Framførslan av verkinum verður inni í Ítróttarhøllini í Bylgjuni. Síðani verður farið inn í nýggju svimjihøllina, har røður eru á skránni, snórurin verðu kliptur og kanska okkurt óvæntað fer at henda.  

Høvið verður at síggja hvønn krók av svimjihøllini í skipaðum rundvísingum – m.a. í kjallaranum ímillum rør, tangar og stýrisskipanir.  

Kommunan bjóðar kaffi og okkurt til børnini í Ítróttarhøllini aftaná, at almenna skráin er av.  

Stórskermur og hátalarar verða sett upp í Ítróttarhøllini, so tú eisini kanst fylgja við hagani í tí, sum hendir í svimjihøllini.  

Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda hesa stórhending fyri Runavíkar kommunu, sigur kommunan.

Í svimjihøllinini eru tríggir hyljar, ein 25 metra svimjihylur við átta geilum, ein barnahylur og ein heitur hylur. Eisini hevur svimjihøllin eitt vælveruøki.

Dreymurin um at fáa eina svimjihøll í Runavík er rættiliga gamal. Tá skúlin á Glyvrum varð bygdur síðst í fimmtiárunum var øki sett av til svimjihyl, og síðani hevur dreymurin livað um at betra um umstøðurnar at svimja. Fleiri býráð hava havt ætlanir um eina svimjihøll, sum nú er vorðin veruleiki.

Svimjihøllin hevur kostað til samans 170 mió. kr. Fyrsta hálva milliónin at byggja svimjihøllina fyri varð avsett á fíggjarætlanini fyri 2016.

Á heysti 2022 skrivaði kommunan undir avtalu við Kanjon, sum hevur verið høvuðsarbeiðstakari, og so hevur talan verið um fleiri undirveitrarar.

Enn er ikki greitt, nær høllin verður opin fyri almennari svimjing. Fyrstu vikurnar vera royndarvikur, og kanska verður tað eftir mánaðarskiftið januar/februar, at høllin fer at lata alment upp.

Útvarpsrásin Aldan fer at senda frá hátíðarhaldinum seinnapartin í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

21 tímar síðan

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10