Ongi úrslit

545 undirskriftir handaðar Sjóvar kommunu

Fólk á vestara armi á Skálafjørðinum vilja varðveita læknaviðtaluna á Strondum

Sjóvar kommuna
4 tímar síðan

Í dag hevur Ásbjørg á Hálvmørk verið hjá Sjóvar kommunu við 545 undirskriftum frá borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum. 

Í áheitanini á kommunustýrini við Skálafjørðin skriva tey soleiðis:

Til bý- og bygdaráð, ið varða av læknasamstarvinum á Skálafjarðar læknadømi.
Undirritaður borgarar á vestara armi á Skálafjørðinum vilja hervið staðiliga heita á bý- og bygdaráð í Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunum um at varðveita núverandi skipan við tveimum læknaviðtalum í Heilsumiðstøðini á Strondum.

Vit meta, at núverandi bý- og bygdaráð eiga at viðurkenna, og taka til eftirtektar, at samstarvsavtalan millum Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunur frá 2014 um at hýsa øllum viðtalum í læknadøminum í Heilsumiðstøðini í Runavík, ikki hevur borið á mál. Við nógv økta fólkatalinum í økinum - og harav økta talinum av læknum í læknadøminum - eru fortreytirnar broyttar munandi síðani avtalan var undirskrivað í 2014.

Við verandi skipan við tveimum læknum í viðtaluhølunum á Strondum eru loksins útlit fyri, at vit kunnu fáa virðilig og støðug læknaviðurskifti, ið kunnu skapa tryggleika og góða heilsutænastu til okkum borgarar á vestara armi á Skálafjørðinum.

Borgarstjórin tók ímóti undirskriftunum og lovaði at bera áheitanina víðari til kommunustýrið.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

14 tímar síðan