Í ár var eingin spurningur, um tað fór at eydnast hjá jólagestunum at koma heim. Onkur ár hava floglíkindini undan jólum verið ivasom, og tað er onkuntíð komið fyri, at tað ikki er eydnast.
Undan jólum í ár hevur veðrið verið so serliga gott, og nú eru allir jólagestirnir komnir á klettarnar.
Atlantsflog skrivar soleiðis:
Vælkomin heim
Seinastu dagarnar hava vit flogið fleiri enn 4.500 fólk til Føroya til síni kæru at halda jól
Og seinnapartin lendi seinasta flogfarið - okkara Elinborg - hesumegin jól
Okkara dugnaligu og óføru starvsfólk hava eisini fingið góða hjálp frá Atlasi. Sum vit skilja tað, so er hansara yndisuppgáva at avgreiða flogfør og heilsa uppá fitt børn
Nú lata vit jólafriðin dala yvir flogvøllin - vit síggjast aftur 2. Jóladag
Gleðilig jól