Gávugóðs til ungt listafólk úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum varð seinnapartin latið Nansý Sunadóttir, yrkjara
- Hetta er ein risastór viðurkenning fyri meg sum rithøvund!
Stóra smílið boðar frá, at hetta er ein góð løta fyri Nansý Sunadóttir, sum saman við nærmastu familjuni er komin á Loftsstovuna á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum til hátíðarhald á føðingardegi Thorvald Poulsen av Steinum, sum testamenteraði ungum og gávuríkum listafólkum árligt gávugóðs.
- Eg trúði tí ikki ordiliga, hóast Bergur (Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, red.) ringdi og fortaldi mær tað, flennur hon.
Nansý Sunadóttir, sum í fjør fekk Ebbu-heiðurslønina, sigur, at tað hevur týdning við slíkum herðaklappum, tí tað ber boð um, at ein alment verður sæddur sum rithøvundur.
- Eg komi í tankar um, at tá eg gav mítt fyrsta yrkingasavn út og segði, at "hatta var tað", segði ein kona við meg "nei Nansý, hetta er bara byrjanin!". Og tað er nakað um tað. Í vár fari eg fimm vikur í eitt rithøvundabýli í Gottlandi at skriva, og tað gleði eg meg til, sigur hon og lyftir glasið móti myndini av Thorvaldi, sum er frammi á stórskíggjanum, nú hann hevði havt føðingardag.

Viðtøkurnar fyri grunnin tilskila, at gávugóðs verður latið ungum listafólkum, sum hava víst hegni og hug at útbúgva seg.
Nevndin í grunninum, sum eftir innstilling gjørdi av, at Nansý Sunadóttir nú fær 40.000 krónur, sigur m.a. soleiðis í síni grundgeving:
Nansý Sunadóttir (f. 1997) hevur gjørt vart við seg sum virkið og evnaríkt ungt skald.
Hon hevur havt yrkingar á prenti í mentanartíðarritunum Varðanum og Vencili. Í 2024 gav hon út fyrsta yrkingasavn sítt: Eg hvessi mær knívin, eg komi heim. Savnið varð óvanliga væl móttikið av bæði lesarum og ummælarum. Í savninum tekur Nansý Sunadóttir upp evni sum sálarheilsu, samleika og uppreistur móti samfelagsligum væntanum.
Nansý Sunadóttir hevur luttikið á altjóða bókmentafestivali í Føroyum og lisið upp á tiltøkum uttanlands.
Yrkingar eftir hana eru eisini komnar út í enskari týðing. Við sínum sermerkta stíli, ið bæði er inniligur, eymur og atfinnandi, er hon ein av djarvastu og áhugaverdastu ungu røddunum í føroyskari yrking seinnu árini.
Jenný Augustudóttir Kragesteen spældi nøkur løg úr føroysku debutútgávu síni frá í fjør
