Ongi úrslit

19. sigurin fer at gera stóran mun

Men tað koppar ikki ætlanunum hjá KÍ, um tað í kvøld ikki endar við sigrinum, sum tað verður roknað við, at klaksvíkingar hava møguleika at vinna

Jóannes Hansen
31. juli 2025 kl. 15:56

KÍ hevur nógvar royndir í Europa. Í kvøld verður talan um 65. dystin í Europa – íroknað tveir í Intertoto í 2007 – og higartil hevur KÍ vunnið 18 sigrar, tapt 32 dystir og 14 ferð er tað endað javnt.

Royndasti spælarin á KÍ liðnum í europeiskum høpi er Odmar Færø, sum í kvøld fer at spæla fyri 50. ferð í Europa.  

Góðu avrikini og úrslitini standa klár í huganum.

Tølini siga eisini, at tað sum oftast gongur væl, men tað hevur eisini kiksað á heimavølli eftir gott úrslit á útivølli. Dømi um hetta er í 2021, tá ið KÍ vann 3-2 í Riga og tí var favorittur á heimavølli. Tá var tað vónbrot, tá ið gestirnir vunnu 3-2. So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá skoraði Riga eitt mál og vann seg víðari í kappingini.

Síðani 15. juli í 2021 hevur KÍ ikki tapt í europeiskari avbjóðing í Klaksvík. Nú er fokus á at vinna 19. altjóða dystin. Spælararnir stórtrívast í hesum avbjóðingunum, og málið er at røkka deildarspælinum. Um tað fer at eydnast, so verður deildarspælið ikki so langt burtur. Um tað ikki eydnast, so fer Klaksvíkar Ítróttarfelag ikki um koll. KÍ verður heilt víst í 2026 í europeiskari kapping, og tað skal heilt nógv venda øðrvísi í oktober, enn tað ger nú, um KÍ ikki verður partur av Champions League í 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

Í gjár kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

Í gjár kl. 13:47