Ongi úrslit

1,3 MILLIÓNIR TIL GRANSKING

Sjey granskingarverkætlanirnar hava fingið fígging úr granskingargrunnininum í Sjúkrahúsverkinum.

Tíðindaskriv
7 tímar síðan

Granskingarforum hevur á fundi 24. november lutað út 1,3 mió. til gransking í Sjúkrahúsverkinum fyri 2025.

Hetta er ein stórur dagur, tí tað er fyrstu ferð, at Sjúkrahúsverkið kann luta út eina so stóra upphædd til gransking.

Politiska skipanin hevur raðfest fígging til Universitetssjúkrahús. Sambært álitinum um Universitetssjúkrahús verður mælt til at uppbyggja stuðulsfunktiónir til heilsugransking, og síðani seta pening av til heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum. Ein partur av játtanini til Universitessjúkrahús, umleið ein millión, er tí í ár lutað út til sjey granskingarverkætlanir, saman við 300.000 kr., sum Landssjúkrahúsið hevur sett av til gransking.

Umsóknir komu frá fleiri deplum. Umsøkjararnir høvdu ymiska bakgrund, og evnini spenna vítt, m.a. kropsliga rørslu hjá innløgdum sjúklingum, slitgikt, long COVID, hjartasjúkur, ov tíðliga fødd børn og samanbering av laboratoriukanningum.

Granskingarforum hevur latið stuðul til hesar sjey verkætlanirnar:

Birna Skaalum Kempf, lækni, PhD lesandi, Medisinski depilin - "Primary Ciliary Dyskinesia in the Faroe Islands"

Pætur Holm, fysioterapeut, PhD, Skurðdepilin - "FAROA – Optimizing Osteoarthritis Care Pathways in Faroe Islands"

Shahin Gaini, yvirlækni, PhD, Medisinski depilin - "Diagnostic comparison of Helicobacter pylori using ddPCR compared to immunoassay and rapid urease test"

Gunnhild Helmsdal, lækni, PhD lesandi, Heilsugranskingareindin - "Persisting symptoms following infection with severe acute respiratory syndrome coronavirus 2"

Durita V. Gunnarsson, fysioterapeut, PhD lesandi, Heilsugranskingareindin -

"Increasing physical activity among medical inpatients by digital nudging of patients and staff"

Jenný Gerðalíð, lækni, Medisinski depilin - "Deyðstíttleiki hjá sjúklingum við akuttumblóðtøppi í hjartanum (STEMI)"

Vanja Vestergaard, sjúkrarøktarfrøðingur, MSc, Familjudepilin - "Perinatal og natal úrslit í tí føroysku populatiónini við við serligum denti á títtleikan av ov tíðliga føddum børnum"

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

21 tímar síðan

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10