Beinir Johannesen varð fyrrapartin valdur til løgmann. Tá ið hann varð valdur boðaði hann frá, at hann fór at velja seks tingfólk í landsstýrið. Hesi seks bóðu á fyrsta tingfundinum í hesum valskeiðnum frá, at tey leggja tingsessin frá sær, og tað bar aftur við sær, at seks varafólk á hesum fyrsta tingfundinum tóku sæti á tingi.
Nú varafólkini hava tikið sæti á tingi, eru tað 13 kvinnur í tinginum. Á løgtingsvalinum vórðu 10 kvinnur valdar í tingið.
Kvinnuumboðanin minkar aftur longu um eina viku. Á tingfundinum í dag tók Anna Falkenberg fyri fyrstu ferð sæti á løgtingi. Hon varð fyri stuttum afturvald í fólkatingið, og tí fer næsta fólkið á sambandslistanum at taka sæti á tingi um eina viku, tá ið tað aftur verður tingfundur. Næst á sambandslistanum er Herman Samuelsen í Klaksvík, sum mánadagin um eina viku verður løgtingsmaður. Frammanundan er hann býráðslimur í Klaksvík.
Tær 13 kvinnurnar, sum nú eru við til at manna løgtingið, eru
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Fía Selma Nielsen og Astrið Breckmann úr Fólkaflokkinum,
Sunnvá Dahl Høgfeldt og Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum, Súsanna Bertholdsen, Bjørt Lind og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Sirið Stenberg, Liljan Weihe og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldinum og Ruth Vang úr Framsókn.
Næsti tingfundur verður mánadagin 20. apríl klokkan 11 við hesi dagsskrá:
Val av nevndum, umrøddar í § 24 í tingskipanini
Val av umboðum í Norðurlandaráðið
Val av umboðum í Útnorðurráðið
Val av løgtingsgrannskoðarum
Val av nevningagrundlistanevndum
Framløga