Ongi úrslit

Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?

Jenis av Rana, valevni fyri Miðflokkin
13 tímar síðan

4,7 mia., so stór var nettoogn Føroya við ársenda 2024. Tað vil siga, at at føroyingar í løtuni eiga meira í útlondum, enn teir skylda, munurin er heilar 4,7 mia.!

Men hvussu hevur vanligi føroyingurin tað? Verður ríkidømið rætt raðfest?

Tíverri eru mong, sum av røttum svara nei.

Hesi kenna seg hvørki aftur í stóru ognini ella yvirskotinum, sum føroysku bankarnir á hvørjum ári servera fyri ognarum sínum. Risa yvirskot meðan hesi stríðast við at megna dagliga húsarhaldið, m.a. vegna ovurdýr húsalán frá somum bankum.

Føroyum tørvar djarvar politikarar, politikarar, sum tora at raðfesta ríkidømið rætt!

Nakað annað- og tó- er undirskotið á fíggjarlógini.

Seinastu trý árini hevur undirskot verið á fíggjarlóg landsins. Meðan inntøkuvøksturin hevur verið millum 1,5 og 2 % árliga, hevur útreiðsluvøksturin verið millum 4 og 6 % árliga. Ein og hvør skilir, at slíkt við tíðini kann enda við at eta upp allar ognir.

Tí má vend koma í, og gylti møguleikin at rætta kósina verður nú 26. mars.

Miðflokkurin, álítandi, miðvísur og djarvur, bjóðar 17 valevni fram á valevnislista sínum til Løgtingsvalið. Men skulu vit kunna gera mun, eisini á fíggjarliga økinum, tørvar okkum atkvøðu tína!

Takk fyri!

Jenis av Rana,

formaður og valevni Miðfloksins

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12 tímar síðan