Ongi úrslit

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Áki Bertholdsen
11 tímar síðan

Sum kunnugt eru tvey val í hondum og í hesum sambandi ávarar Fjarðskiftiseftirlitið ímóti, at fremmandar maktir kunnu royna at ávirka valini          

At fremmandar maktir royna at ávirka, og leggja upp í val, og upp í almenna orðaskiftið, er alsamt vanligari. Fleiri dømi eru um hetta í ymsum londum í Evropa, har val hava verið seinastu árini.

Tí hava Fjarskiftiseftirlitið, Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Gjaldstovan mett um støðuna og gjørt nøkur einføld, men góð ráð til veljarar og valevni at taka til sín.

Váðameting

Føroyar eru eitt gjøgnumskygt samfelag, tað er gott samband ímillum fólk og tey flestu kenna hvønn annan.

– Føroyska valskipanin er mótstøðufør, einføld og mannagongdirnar greiðar og tí er trupult at svika og at leggja uppí føroysk viðurskifti, siga tey

Men tey leggja afturat, at nýggj tøkni og ein heimspolitisk støða, sum alsamt broytist, hava tó óvissur við sær.

Ein broyting er eisini, at nú dugir vitlíki eisini føroyskt, og ein onnur broyting er, at vandin fyri netálopum er alsamt veksandi.

Í sambandi við at løgtings- og fólkatingsval verða í næstum, verður tískil mett, at Føroyar eisini kunnu verða fyri bæði netálopum og samstundis kann onkur uttaneftir royna frá at ávirka valini.

Hetta samsvarar eisini við seinastu váðameting frá donsku fregnartænastunum, siga tey.

Umframt at sáa split, er málið ofta at elva til ósemjur og sáa misálit á fólkaræðisligu tilgongdina og politisku skipanina.

Sostatt er endamálið neyvan at stuðla ávísan flokk ella valevni, hóast hetta ikki kann útilokast.

Hvussu verður roynt at ávirka?

Úr grannalondum eru ymisk dømi um, hvussu roynt verður at leggja uppí, ávirka og órógva val.

Hetta er millum annað gjørt við:

• At falsa ella reingja tíðindi á sosialum miðlum

• At broyta ella gera reingjandi myndir, sjónbond ella ljóð við vitlíki ella øðrum

• At fáa gomul tíðindi í umferð av nýggjum og seta tey í annan samanhang

• Falskir brúkarar, sum geva villleiðandi fatan av, at ávís áskoðan hevur breiða undirtøku

• Netálop – til dømis ovbyrjanarálop - á viðkomandi heimasíður, so at tær ikki klára trýstið og brenna saman.

 Hvat kanst tú gera?

Vit kunnu øll gera okkara fyri at fyribyrgja fremmanda ávirkan:

• Ver árvakin og brúka vit og skil; ikki trúgva øllum, tú sært á netinum

• Kanna, hvør stendur fyri upplýsingunum

• Kanna um fleiri eftirfarandi miðlar skriva tað sama

• Sterkar kenslur, vreiði ella ótti, eru ofta tekin um, at tú eigur at kanna tilfarið betur

• Ivast tú í, um tilfar ella innihald á netinum er satt, kanna tað so einaferð afturat, áðrenn tú deilir ella sendir tað víðari

• Boða frá eyðsæddari falskunning á fráboðanar - funkum á sosialum miðlum.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

11 tímar síðan