Ongi úrslit

Trý fólk á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Kollafjørði, har tveir bilar stoyttu saman.

Ein bilur kom koyrandi norður eftir og stoytti saman við ein bil, sum kom niðan av keiini.

Løgreglan sigur, at nú royna tey at fáa greiði á, hvat tað var sum hendi og tí er eingin skuldsettur enn,

Har eru vitni, sum hava sæð óhappið og tey skulu eisini avhoyrast.

Løgreglan sigur, at trý fólk, sum vóru í bilunum, vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar. Onkur hevði ilt í rygginum og fyrsta metingin segði, at ein hevði kanska brotið hondina.

Annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt, sigur løgreglan.  

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47