Ongi úrslit

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 08:30

Løgreglan kann koma út fyri nógvum merkiligum - men tað, sum hendi í gjárkvøldið, hava tey neyvan sæð fyrr.

Í gjárkvøldið fekk ein ungur maður nevniliga bót fyri eitt rættiliga sjáldsamt brot.

Løgreglan sigur, at talan var um eina ósemju millum tvey ungfólk. Løgreglan sigur, at har var eingin bardagi og eingin skaði.

Men tað endaði við, at tann ungi maðurin ripaði ein ost á ein bil, sum stóð parkeraður.

Løgreglam sigur, at í tí sambandi varð maðurin skuldsettur fyri at bróta skilhaldsreglurnar og tað fær hann 1.500 krónur í bót fyri.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47