Ongi úrslit

Montenegro tímdi ikki at spæla

Tað verður neyðugt at vinna í hvussu so er eitt stig móti Slovenia, um tað skal eydnast Føroyum at vinna seg til Malmø

Jonhard Hammer
20. januar kl. 18:44

Síðsta bríksl millum Sveis og Montenegro hevur verið í Oslo, og máltalvan sigur, at Sveis vann 43-26. Spælararnir hjá Montenegro vóru á vøllinum, men sinniliga vóru teir farnir til hús og løgdu rygg til eyðmýkjandi stórtap. Teir tveittu fleiri ferðir bóltin burtur, og teir tímdu ikki at renna. Tað sá næstan soleiðis út, at tapið var tilætlað.

Sum myndin vísir, so vóru føroysku spælararnir millum áskoðararnar, og teir fara nú undir upphitingina undan dystinum ímóti Slovenia. Teir kenna treytirnar, sum eru, at Føroyar skulu vinna í minsta lagi eitt stig fyri at tryggja sær pláss í miðumfarinum í Malmø.

Aftur í kvøld eru Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen millum áskoðararnar.

Dómarar í kvøld eru Andreu Marin og Ignacio Garcia úr Spania.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

10 tímar síðan