Ongi úrslit

Schjønberg er aftur í Sørvági

Gamal kenningur er aftur venjari hjá 07 Vestur

07 Vestur
15. mai 2025 kl. 11:47

07 Vestur skrivar soleiðis í dag:

Vit gleðast um at kunngera, at Michael Schjønberg vendir aftur til Dungasand.

Schjønberg leiddi besta mansliðið hjá 07 Vestur við hepnari hond frá januar 2022 til juli 2023.

Síðani Schjønberg leitaði sær aftur til Danmarkar, hevur hann havt sáttmála við AGF, har hann hevur vant besta kvinnuliðið, ið júst var flutt upp í bestu deildina, tá hann tók yvir.

“Schjønberg hevur hildið sambandið við 07 Vestur við líka síðani hann fór, og hann var til dystin fús beinanvegin, tá vit spurdu okkum fyri, hóast hann hevði sáttmála við AGF fyri 2025/2026 eisini”, sigur Jón Nordendal ítróttarstjóri.

“Framgongdin hjá felagnum var stór undir hansara leiðslu, og avgerðin hjá nevndini var tí ikki trupul at taka, tá vit fingu høvi at fáa Schjønberg aftur til felagið”, sigur Jón Nordendal víðari.

Martin Wodd, Anders Houmann, Ivan Stojkovic og Jóanis Viderø Petersen halda fram í toyminum sum ávikavist hjálparvenjari, fysiskur venjari, málmansvenjari og fysioterapeut.

Schjønberg kemur til landið mánadagin og kemur at standa á síðulinjuni, tá vit taka ímóti B68 á Dungasandi.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12