Ongi úrslit

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

© mbl.is/Þorgeir
Jóhanna Højgaard
1. apríl kl. 20:55

Íslendska løgreglan stóð klár at fara umborð á Norrønu, tá skipið legði at í Seyðisfirði fríggjadagin. Umborð funnu tey, og løgdu hald á, 45 kilo av kokaini.

Íslendska kringvarpið RÚV, visti í gjár at siga frá, at hettar er størsta nøgdin av kokaini sum Ísland nakrantíð hevur lagt hald á.

Løgreglan hevur síðani skuldsett ein mann í málinum. Hann er nú varðhaldsfongslaður í fyribils tvær vikur, meðan málið verður kannað nærri.

Nakrir aðrir útlendingar sum vóru umborð, fýra í tali, sluppu ikki í land, tí teir kundu ikki framvísa neyðugu innferðarloyvini sum krevjast til tess.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12