Ongi úrslit

Pensjónistar - strekkir fólkapensjónin til?

Annfinn Brekkstein, valevni fyri Sambandsflokkin
6 tímar síðan

Mann hoyrir aftur og aftur frá pensjónistum, at pensjónin røkkir nærum ikki til dagligdagin, her er talan um tey, sum bara hava pensjónina at liva av.

Tað er ikki meira enn rímuligt, at pensjónin eisini verður prístalsviðgjørd ájavnt við lønarhækkanina, sum er givin, tí tey hava eisini brúk fyri, at pensjónin hækkar, líka so væl, sum lønirnar hækka.

Sitandi samgonga hevur áhaldandi minka rikisveitingina, sum hevur við sær, at landskassin hevur minni at gera gott við.

Nú fimm flokkar vilja loysa við einari “tjóðarsemju”, er Sambandsflokkurin einasti flokkur sum vil varðveita ríkisfelagsskapin, og harvið varðveita rikisveitingina úr Danmark á 541,8 mió. kr. í 2026.

Ríkisveitingin hevur stóran týdning fyri okkara vælferð. Tað er ikki komi fram, hvar hendan yvir hálva milliard skal koma frá ístaðin - vit gambla ikki við okkara vælferðasamfelag.

Sambandsflokkurin er garantur fyri tryggleika og trivnaði - og harvið okkara vælferðarsamfelag.

X við

Annfinn Brekkstein

løgtingsvalevni fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

13 tímar síðan