Ongi úrslit

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

Tað var sum á kalvabaki á vegnum oman til leguhúsið, og bilurin endaðii í ánni høgrumegin. Myndin er frá Umhvørvisstovuni
Áki Bertholdsen
18. januar kl. 09:41

Fyrrapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Sundalagnum, tað var við leguhúsið í Nesvík.

Løgreglan sigur at ein bilur við trimum fólkum í, einum pápa, sum koyrdi, og tveimum børnum, var á veg av vegnum ígjøgnum Sundalagið og oman til Leguhúsið.

Men har var sum á flundrubaki so bilurin fór á glið og førarin misti fullkomuliga tamarhaldið á bilinum og fekk einki gjørt.

Løgreglan sigur, at úrslitið var, at bilurin endaði í lítlu ánni fram við vegnum. Bilurin fekk stóran skaða og tey trý fólkini í honum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Tað vísti seg kortini, at tey høvdu ongar skaðar fingið.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

19 tímar síðan

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30