Ongi úrslit

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

Nú eru føroysku áskoðararnir savnaðir í hangari, sum er nakrar minuttir at ganga frá høllini

Jonhard Hammer
18. januar kl. 15:46

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Unity Arena í Fornebu eitt sindur vestanfyri miðbýin í Oslo.

Tað eru longu fleiri tímar síðani, at teir fleiri enn seks túsund føroysku áskoðararnir komu til Fornebu. Teir hava hildið til í hangari, sum er einar tíggju minuttir til gongu frá sjálvari høllini. Í hangarinum er nógv betri pláss fyri føroyingunum, enn tað var, har upphitningin var fríggjadagin.

Nú steyma føroysku áskoðararnir yvir í høllini, og lagið er gott, nú tað av álvara verður talt niður til dystin ímóti Montenegro.

Á høvuðsgøtuni í Oslo Karl Johan var tað fyrrapartin sum á ólavsøku. Har vóru nógvir føroyingar at síggja, og har hoyrdist nógv føroyskt prát.

Í dómkirkjuni vóru nógvir føroyingar til gudstænastu, og eisini í fríkirkjum í miðbýnum vóru fleiri føroyingar í morgun.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

47 minuttir síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49