Fólk skulu sjálvi hava valdi á sínum egnu pengum, og tey skulu eisini sjálvi gera av, hvussu tey skipa síni egnu viðurkifti.
Tað er niðurstøðan, nú Beinir Johannesen, formaður fólkafloksins, hevur lagt valskránna hjá flokkinum til løgtingsvali, fram.
Tað merkir, at barnafrádrátturin skal hækkast, men hann skal setast eftir inntøkuni hjá foreldrunum.
Vit skulu eisini hava frælsa barnaansing, har peningurin fylgir barninum. Tað merkir, at foreldrini kunnu skipa fyri síni egnu barnaansing - ella passa børnini sjálvi, men so fáa tey eisini pengarnar, dagstovnurin kostar.
Og foreldur skulu eisini hava frælsi til at skipa barnsburðarfarloyvi, sum tey sjálv vilja og tí skal barsilsskipanin gerast smidligari.
Og hámarkið á barsilsútgjaldinum skal hækkast upp í 40.000 krónur og foreldur, sum fáa eitt barn, skulu fáa eina gávu úr barsilsskipanini upp á 20.000 krónir skal veitast úr barsilsskipanini, tá ein fær eitt barn.
Og Fólkaflokkurin hevur eisini sett sær fyri, at nú skulu eingi avgjøld afturat setast í verk og kommunur skulu fáa heimild at hækka botnfrádráttin.
Fólkaflokkurin heldur eisini, at tað verður neyðugt at geva fólki betri møguleikar at seta føtur undir egið borð og tí skal útboðið av bústøðum økjast.
Flokkurin heldur, at tað skal vera mvg frítt at byggja sær bústað - men aftur fyri skulu fólk so ikki fáa rentustuðul.
Og fyrstu ferð, fólk byggja sær bústað, skulu tey sleppa at brúka ein part av eftirlønaruppsparingini sum eginfígging, og tað skal eisini verða ókeypis hjá teimum at tinglýsa bústaðin.
Kunngerðin um, hvussu bústaðir skulu byggjast, stendur ofta fyri skotum, tí tað er ført fram, at tað er tað óneyðuga dýrt at byggja.
Tí heldur Fólkaflokkurin, at kunngerðin skal endurskoðast til føroysk viðurskifti og tað skal verða skjótari at avgreiða byggimál og at broyta byggisamtyktir, so at fleiri øki kunnu setast av til bústaðarbygging.
Fólkaflokkurin vil eisini broyta ferðavinnupolitikkin, sum nýliga er samtyktur, tí hann skal verða greiðari.
Og eitt endamál við broytingini verður at ognarætturin og ræðisrætturin skulu virðast. Føroyingar skulu framhaldandi hava rætt at ferðast í høgunum, men annars skulu tað verða tey, sum varða av jørðini, sum hava evsta orðið og gera av, hvør skal á jørðina hjá teimum, og undir hvørjum treytum.
Og Fólkaflokkurin vil eisini, at vit av álvara skulu seta ferð á gass- og oljuvinnu í Føroyum.
Fólkaflokkurin eisini hava, at fiskiloyvini skulu hava 12 ára uppsagnartíð og alt tilfeingið í føroyskum sjóøki skal gagnnýtast.
– Ferð skal setast á royndirnar eftir ótroyttum fiskatilfeingi, eitt nú reyðæti, sigur Fólkaflokkurin.
– Vit skulu samráða við Danmark um frælsan felagsskap millum londini, sigur Fólkaflokkurin. Okkara egni uttanríkispolitikkur skal rekast við fullari ábyrgd, og Føroyar skulu vera partur av NATO og vesturheiminum.
– Vit siga nei til ES-limaskap og ja til samstarv. Vit skulu styrkja arbeiðið at fáa fríhandilsavtalur við onnur lond, og styrkja um útflutningsmøguleikar. Og Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í WTO, sigur Fólkaflokkurin.