Føroyar hava eina álvarsama avbjóðing. Tað verða fødd ov fá børn. Tað merkir, at vit í framtíðini fáa færri fólk á arbeiðsmarknaðinum og færri til at bera okkara vælferðarsamfelag. Hetta er ikki bara ein demografisk avbjóðing – tað er eisini ein búskapar- og vinnulívsavbjóðing.
Tí spurningurin er einfaldur: Hvussu gera vit Føroyar til eitt enn betri land at stovna familju í?
Alt ov ofta verður politiska kjakið um vinnulív, arbeiðsmarknað og búskap ført, sum um hetta stendur fyri seg sjálvt. Men sannleikin er ein annar: eingi arbeiðspláss uttan fólk, sum er besta tilfeingið – og eingi fólk uttan familjur.
Miðflokkurin hevur tí eina greiða áskoðan: skulu vit hava eitt sterkt samfelag og eitt sterkt vinnulív í framtíðini, mugu vit eisini seta familjuna nógv hægri á politisku dagsskránna.
Familjupolitikkur er eisini vinnupolitikkur.
Tá familjur kenna seg trygg, trívast og hava góðar karmar, fáa vit eisini ein sterkari arbeiðsmarknað. Foreldur, sum hava ein tryggan og góðan gerandisdag, hava eisini orku og møguleika at arbeiða, skapa og menna føroyska vinnulívið.
Tí eigur familjupolitikkur at vera ein nógv størri partur av politisku raðfestingunum.
Miðflokkurin vil styrkja barnafamiljurnar.
Tað krevur ítøkiligar politiskar avgerðir.
Í dag er barnafrádrátturin í landsskattinum 9.200 krónur um árið fyri børn undir 7 ár og 6.500 krónur fyri børn frá 7 til 17 ár. Tað er ein hjálp til familjurnar – men spurningurin er, um tað er nokk.
Miðflokkurin vil arbeiða fyri, at barnafrádrátturin í landsskattinum verður hækkaður upp í umleið 15.000 krónur fyri hvørt barn. Tað hevði givið barnafamiljum meira eftir av sínum egnum pengum og gjørt tað lættari at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Samstundis hevði tað styrkt keypiorkuna hjá familjum – nakað, sum eisini gagnar føroyska vinnulívinum.
Frælsi hjá familjum at velja.
Familjur eru ymiskar, og tí skulu tær eisini hava frælsi at velja sín egna gerandisdag.
Summi foreldur vilja arbeiða nógv fyrstu árini, meðan onnur vilja brúka meira tíð saman við smáum børnum.
Tað eigur eisini at vera eitt virðiligt val.
Miðflokkurin vil tí arbeiða fyri skipanum, sum geva familjum eitt fíggjarligt íkast, um annað foreldrið velur at vera heima við smáum børnum eina tíð. Tað gevur familjum størri frælsi at skipa sítt familjulív eftir sínum egnu virðum og tørvi.
Ein greið politisk raðfesting.
Vit kunnu ikki bæði siga, at familjan er týdningarmikil – og samstundis gera tað truplari hjá teimum, sum vilja stovna familju.
Vilja vit fleiri børn í Føroyum, mugu vit eisini tora at føra ein politikk, sum ger tað lættari at vera familja.
Tí boðskapurin er greiður:
Vilja vit eitt sterkt vinnulív í Føroyum í framtíðini, mugu vit byrja við familjuni.
Jann Johannesen
Miðflokkurin