Ongi úrslit

Aftur 4-0 sigur

Talv: Føroyar standa til at vinna kappingina í morgin

Allir á føroyska liðnum gjørdu sína skyldu í dag móti Guernsey
Talvsamband Føroya
15 tímar síðan

Munurin er týðiligur á fremru og aftaru liðunum í smálandakappingini í talvi suðuri á Kýprós.

Føroyar vunnu á øllum fýra borðum aftur í dag, tó at Helgi Dam Ziska fekk sær ein frídag, og vit høvdu tríggjar telvarar undir tjúgu ár á liðnum.

4-0 var eisini lagið í fleiri av hinum dystunum í áttanda umfari, so yvirhøvur var tað toppur móti botni í dagsins umfari.

Føroyar standa til at vinna kappingina í morgin. Kravið er tó, at vit vinna á Malta. Gera vit tað, fer Andorra ikki at fáa okkum aftur. Hálvtrtiðja stig røkkur. Tað áttu okkara menn at verið mentir at gera, men veruleikin er helst eisini, at vit hava ikki ráð til at snáva uttan í mesta lagi á einum borði.

8. umfar, 21. november

Føroyar - Guernsey 4 - 0

IM Høgni Egilstoft Nielsen (2385) - Christopher Holland (2068) 1 - 0

Luitjen Akselsson Apol (2288) - Jamie Morgan (1836) 1 - 0

Jón í Horni Nielsen (2084) - Garth Owen (1818) 1 - 0

Elias Petersen (2004) - Gerda Nevska (1837) 1 - 0

8. umfar

Føroyar - Guernsey 4 - 0

Andorra - Liktinstein 4 - 0

Luksemburg - Jersey 4 - 0

Monako - San Marino 4 - 0

Kýprós - Malta 2½ - 1½

Støðan fyri síðsta umfar

1. Føroyar 14 dystarstig (26 borðstig)

2. Andorra 14 (23½)

3. Kýprós 13 (22½)

4. Luksemburg 11 (22½)

5. Monako 9 (18½)

6. Liktinstein 7 (11½)

7. Malta 4 (14½)

8. Jersey 4 (9½)

9. Guernsey 3 (6)

10. San Marino 1 (5½)

Seinastu tøkini
Í morgin leygardagin fellur so avgerðin. Tá verða dystirnir í níggjunda og seinasta umfari telvaðir. Vinna Føroyar 2½ - 1½ á Malta, er sigurin okkum vísur.

Byrjað verður á middegi suðuri í Larnaca. Fylgjast kann við leik fyri leik á øllum borðum. Heimasíðan lichess.org stroymir beinleiðis.

Føroyska liðið er ikki kunngjørt enn, men Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol munnu ivaleyst fara at sita við borðini saman við antin Jón ella Eliasi sum fjórða manni.

9. umfar (leygardagin kl. 12:00)

Føroyar - Malta

Andorra - Jersey

Monako - Kýprós

Luksemburg - San Marino

Guernsey - Liktinstein

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47