Hvat hendi í Føroyum, hvussu kundi tað blíva so galið? Ein bylgja av rúsevnum floymir yvir landið. Hetta er sera álvarsamt og oyðileggjandi fyri okkara ungdóm.
Vit eru komin hagar, at summi av hesum rúsevnum, sum koma inn í landið, eru so vandamikil, at vit ikki kenna ræðuligu avleiðingarnar av teimum.
Vit mugu tí gera ALT fyri at steðga hesi óhugnaligu gongd!
Hvat um tað var títt barn, sum hevði mist fótafestið og var fangað í rúsevnisfelluni?
Hetta rakar ikki bert misnýtaran, tað rakar alla familjuna!
Fyri at tálma innflutninginum mugu vit fyrst og fremst styrkja toll- og eftirlitsvaldið, soleiðis at hesi fáa bestu umstøður og tól at arbeiða við. Vit mugu hava eitt so gott eftirlit sum yvirhøvur gjørligt.
Síðan mugu vit seta í gongd eina veruliga herferð fyri at upplýsa og kunna um ræðuligu fylgjurnar, sum hesi evni hava við sær.
Vit mugu gera alt til tess at hjálpa teimum, sum eru blivin misnýtarar.
Tað eru fleiri stovnar – almennir og sjálvbodnir – sum gera eitt stórt arbeiða við at taka sær av misnýtarum. Hesir felagsskapir mugu sjálvandi eisini stuðlast.
Missa vit ungdómin, missa vit Føroyar.
Um eg fái møguleikan, vil eg gera alt fyri at tálma innflutninginum og útbreiðsluni av hesum evnum.
Set kross við eina sterka rødd úr Fólkaflokkinum.
Hans Pauli Henryson, valevni fyri Fólkaflokkin
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars