Ongi úrslit

Viljormur tekur enn eitt stig móti teimum 100

formaðurin heldur, at spælararnir í føroysku kappingini eru væl fyri, men at tað enn restar nakað í at spælið verður sannførandi

Jonhard Hammer
7 tímar síðan

Tá ið Eyðun Klakstein fyrrapartin boðaði frá, hvørjir 23 hava fingið landsliðsboð, var Viljormur Davidsen ein av teimum. Tá ið Hallur Hansson ikki hevur verið á landsliðnum seinastu árini, so hevur Viljormur Davidsen verið liðformaður, tá ið hann hevur verið á liðnum. Í heyst var hann onkra ferðina á beinkinum, tí Martin Agnarsson var vongverji í vinstru.

-Eg eri væl fyri, og tað er ein heiður fyri meg aftur at hava fingið landsliðsboð, sigur Viljormur Davidsen. Hann hevur 91 ferðir umboðað føðilandið og harvið er tað bara Jóan Símun Edmundsson, sum hevur verið oftari á landsliðnum enn Viljormur Davidsen.

-Vit taka ein dyst í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka.

Eru spælararnir í heimligu kappingini nóg væl fyri at spæla landsdyst?

-Nú er kappingin tvey umfør gomul. Í gjár endaði tað 1-1 millum KÍ og NSÍ í Klaksvík. Tað var nógv ferð á, og spenningurin var stórur. Eg haldi, at tað sást, at spælararnir eru í góðari kropsligari venjing. At tað er tíðliga á árinum sæst aftur í, at bóltførleikin ikki er so stórur enn, sum vit vita, at hann fer at vera, tá ið vit hava spælt fleiri dystir. Tað bar fleiri persónlig mistøk við sær, men hetta fer at batnað, tá ið dystarvenjingin verður betri, sigur Viljormur Davidsen.

Áðrenn landsdystin í San Marino, sum verður leygardagin 28. mars, verður eitt umfar í landskappingini. Fríggjadagin spæla EB/Streymur og KÍ, og sunnudagin vera fýra dystir: Víkingur – HB, NSÍ – AB, 07 Vestur – Skála, B36 – B68.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46