Ongi úrslit

Veðurforsøgnin

Jóhanna Højgaard
10 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og kavaælaveður, stundum grovari æl. Sum frá líður seinnapartin minkar vindurin niður í lítið lot norðan, minni enn 5 m/s. Í kvøld lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, kavaælaveður, stundum sera grov æl, men eisini regnæl í støðum. Sum frá líður í nátt skiftandi skýloft, longri millum ælini, og ælini gerast meira regnkend. Hitin -3 til +2 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað, høgt skýloft og bert okkurt ælið. Seinnapartin samdrigið. Um náttina okkurt ælið, møguliga við vátakava. Hitin -2 til +6 stig

Hósdagin

Lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, samdrigið og ælaveður við vátakava. Tá líður á seinnapartin lot til frískt lot av landnyrðingi, samdrigið og regn ella vátakavi. Um náttina lítið møguliga grovt regn ella vátakavi. Hitin 0 til +5 stig.

Fríggjadagin

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og grovt regn ella vátakavi. Sunnanfyri lítið lot av útsynningi. Seinnapartin lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn, møguliga við vátakava. Um náttina frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Hitin 2 til 7 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Tá líður á dagin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið, møguliga við vátakava. Um náttina lítið lot minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin -1 til +5 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og vátakavi. Hitin -1 til +6 stig

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

13 tímar síðan

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05