Ongi úrslit

Veðrið komandi dagarnar

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Forsøgn galdandi til sunnumorgunin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og ælaveður, í støðum við kava. Tá líður á seinnapartin smáskýggjað og bert okkurt ælið. Í kvøld gongur hann upp í norðan og minkar vindin niður í lítið lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Í nátt lot til frískt lot norðan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og kavi. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður við regni ella kava. Seinnapartin gongur hann upp í norðan og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og kavaælaveður. Hitin úr 3 kuldastigum upp í 3 hitastig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og kavaælaveður. Um kvøldið og náttina lot til frískt lot norðan og av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og kavaæl. Hitin úr 3 kuldastigum upp í 2 hitastig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og kavaæl. Um kvøldið og náttina yvirhøvur turt. Hitin úr 3 kuldastigum upp í 2 hitastig.

Mikudagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin úr 5 kuldastigum upp í frostmarkið.

Hósdagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og sum frá líður kavi. Um náttin gongur hann upp í norðan. Hitin úr 3 kuldastigum upp í 2 hitastig.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37