Forsøgn galdandi til mánamorgunin
Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Seinnapartin minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind 5 til 10 m/s, sum frá líður skýggjað og longri millum ælini. Í nátt gongur hann vesturum til útnyrðing og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og bert okkurt ælið. Hitin millum 4 kuldastig og 2 hitastig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, sum fyrrapartin minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Seinnpartin lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Um kvøldið lítið lot av ymsum ættum, minni enn 3 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt, men fram ímóti midnátt fer at kava. Um náttina veksandi vindur upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, skifandi skýloft og kavaæl. Hitin úr 4 kuldastigum upp í 2 hitastig.
Týsdagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin úr 3 kuldastigum upp í 2 hitastig.
Mikudagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt kavaælið. Seinnapartin og um kvøldið lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin millum 4 kuldastig og 3 hitastig.
Hósdagin
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Um kvøldið fer hann vesturum og gongur niður í vestan. Vindurin veksur upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, klárt og turt. Um náttina gongur hann niður í útsynning og veksur vindin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, ádrigið og ælaveður. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.
Fríggjadagin
Veksandi vindur fyrrapartin upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi og suðuri, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið gongur hann eysturum til landsynning og minkar sum frá líður vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, enn samdrigið og turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.