Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s; tó sunnast í landinum upp í strúk, 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, men sum frá líður longri millum ælini og sólglottar. Seinnapartin frískt lot til frískan vind, sum lækkar niður aftur í útsynning, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina, men yvirhøvur turt. Í kvøld veksur vindurin til frískan vind upp í hvassan vind eitt skiftið sunnan, seinni aftur av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men út á kvøldið ella í nátt ælaveður.  Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum móti morgni minkar til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið 3 til 7 stig.

Týsdagin

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum frálíður minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum møguliga við vátakava, men sum frálíður slítur í.  Seinnapartin veksur vindurin aftur upp í frískan vind upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft, ælaveður, í støðum við vátakava, og eisini sólglottar. Um kvøldið veksur hann aftur til frískan vind upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, og út á náttina upp í skrið, 20 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Hitin alt samdøgnið millum 3 og 8 stig.

Mikudagin

Hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s. Skýggjað og ælaveður. Fyrrapartin minkar hann vindin frískt lot til frískan vind og hækkar upp í útnyrðing, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar og yvirhøvur turt. Seinnapartin frískt lot til frískan vind, sum líðandi lækkar niður í vestan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina til skýggjað og eitt skiftið regn, men annars yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgnið millum 3 og 8 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Um kvøldið trilkar hann vindin til frískan vind upp í strúk, og lækkar niður í útsynning, 8 til 13 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.

Fríggjadagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, tó út á náttina ælaveður. Hitin 5 til 9 stig.

Leygardagin

Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, sum frálíður minkar til lot til fríkst lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46