Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Lítið lot millum landnyrðing norðanfyri og landsynning sunnanfyri, minni enn 5 m/s, tó stundum upp í frískt lot, 8 m/s. Skiftandi skýloft, okkurt ælið, møguliga við kava ella vátakava og í støðum tám. Í kvøld og frameftir verður tættari millum ælini og sum frálíður verður meira regn í teimum. Hitin millum -2 og +5 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískt lot av landnyrðingi norðanfyri, og av landsynningi sunnanfyri, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður við vátakava. Móti kvøldið samdrigið og ælaveður, møguliga regn. Hitin 0 til +5 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi serliga á sunnaru leiðunum. Út á seinnapartin skýggjað, og tað slítur í. Hitin 0 til +5 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi og norði, 5 til 10 m/s. Skýggjað, seinnapartin, skiftandi skýloft, og yvirhøvur turt. Ùt á kvøldið lækkar hann niður í eystan, samdrigið og ælaveður. Hitin 0 til +5 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 1 til 6 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Skýggjað skýloft og ælaveður. Hitin 1 til 6 stig.