Ongi úrslit

Vár eigur heimsmetið og nú vegleiðir hon á Argjum

Eftir at hava vunnið tríggjar kappingar í Singapor bjóðar Vár vegleiðing í venjing í inniróðri fyri bæði royndar og minni royndar rógvarar og eisini tey við ongum royndum

Jóannes Hansen
16 tímar síðan

Aftur og aftur verður tað staðfest, at føroyingar standa seg væl uttanlands í ítrótti. Ein av teimum, sum síðsta árið av álvara hevur gjørt um seg, er  Vár Guriardóttir Hansen, ið er ein sannur brandur í inniróðri, har hon telist millum tær allarbestu. Serliga er tað á heilt stuttu teinunum, at tað liggur væl fyri hjá henni. 

Fyrr í ár setti hon nýtt heimsmet á 100 metrum, og síðst í november vann hon tríggjar av fimm kappingum í Singapor. Henda kappingin nevnist World Rowing VERSA Challenge, og tað vóru bara átta konufólk og átta mannfólk, sum kappaðust. Í flestu øðrum førum er talan um opnar kappingar, men í hesi kappingini var talan um lítlan útvaldan skara.

-Har vóru tær báðar, sum stóðu seg best í í hesi kappingini í fjør, tvær úr landsliðnum hjá Singapor og so fýra tær bestu úr innleiðandi umfarinum. Innleiðandi umfarið var í tíðarkeiðnum frá 1. september og fram til 15. oktober. Tá varð kappast á netinum, og umframt meg var ein rógvari úr USA, ein úr Kanada og ein úr Stórabretlandi, greiðir Vár G. Hansen frá.

Í Singapor vann Vár G. Hansen tríggjar kappingar. Ein av teimum var at rógva longsta teinin í ein minutt. Fyri tey, sum hava eitt sindur av innliti í inniróður, sigur tað ikki so lítið, at vísarin undir kappingini vísti 1:09.

- Sjálvandi fari eg altíð eftir at vinna, men at eg endaði fremst í innleiðandi kappingini var yvir mínar vónir. Eg havi altíð sæð upp til tær, sum nú endaðu aftanfyri meg, so eg bleiv heilt ótrúliga glað, tá ið tað nú í Singapor í trimum kappingum endaði, sum tað gjørdi, sigur Vár G. Hansen.

Tilsaman fevndi stevnan í Singapor um fimm ymiskar disiplinir. Vár vann tríggjar. Í aðrari av hinum endaði hon á fimta plássi, og tað var orsøkin til, at hon hevði silvurkrónuna um hálsin og ikki hana úr gulli, tá ið hon fleyg heim aftur úr Singapor.

Vár er 24 ára gomul, og hon hevur altíð luttikið í ítrótti, og hon heldur, at tað er tað, sum hon annars hevur fingist við, sum hon nú fær ágóðan av í fremstu inniróðrakappingunum í heiminum.

-Eg gjørdi amboðsfimleik í Havnar Fimleikarafelag barnaárini og til eg var 15 ára gomul. Eg róði í fleiri ár kapp við Bliki á Argjum og seinni eisini við øðrum bátum, og so havi eg vant nógv og kappast í vektlyfting. Royndirnar frá øllum hesum koma mær nú til góða í inniróðrinum, sum fyllir rættiliga nógv – kanska einar 15 tímar um vikuna.

Vár lesur á Setrinum, og nú bjóðar hon seg fram sum venjara og vegleiðara í inniróðri. Hon fer undir hetta projektið stutt eftir ársskiftið, og tað verður í hølunum hjá Argja Róðrarfelag. Tað ger hon undir heitinum Ven við Vár.

-Tilboðið er til bæði tey, sum hava royndir í at rógva, tey sum ikki hava serligar royndir og øll onnur. Tað snýr seg bæði um styrki og førleikar í at rógva. Umframt tað at venja at rógva, so verður eisini dentur lagdur á róðrarprogram til tann einstaka, greiðir Vár G. Hansen frá.

Tað var altjóða róðrarsamgongan World Rowing, sum fíggjaði ferðina og kappingina í Singapor, og Yndi Fitness og MBM stuðla Vár í sambandi við rógvingina. Sjálv hevur hon venjara, sum býr í Sveis, og teirra samskifti gongur fyri seg umvegis netið.

Næsta stóra altjóða kappingin hjá Vár verður síðst í februar, tá ið tað verður HM kapping í at rógva longst í ein minutt. Tann kappingin verður á netinum.

-Onnur siga, at tað skal serlig karakterstyrki til fyri á henda hátt at venja einsamøll og kappast, men tað hugsi eg ikki sjálv um. Eg eri fult og heilt upptikin av hesum og gangi upp í tað við lív og sál.


Mest lisið hesa vikuna

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06