Nú summarið nærkast, og sólin kemur alsamt longur upp á himmalin, er fólk farin at gleða seg til summarið.
Tað eru ikki so fá sum fyrireika seg við at fara í Solarium fyri at fáa eitt sindur av litið. áðrenn summarið kemur.
Men í hesum sambandi er tað viðkomandi, at Heilsustýrið ávarar ímóti at fara í Solarium.
Heilsustýrið mælir rætt og slætt frá at fara í solarium, tí solarium sendir UV-stráling, sum økir munandi um vandin fyri at móðurmerkjakrabba og húðkrabba. Harumframt er vandi fyri at varandi skaðar í eyguni og húðskaðar.
Somuleiðis eldist húðin, og verður rukkut, skjótari enn annars.
– Vandin økist, jú yngri tú ert, tá ið tú fer at brúka solarium. Tess oftari tú brúkar solarium, tess størri er vandin eisini, sigur Heilsustýrið.
Í Føroyum varð 18 ára aldursmark fyri at brúka solarium, men hetta er bara galdandi fyri almennar veitarar.
Royndir uttanlands vísa, at lóggáva ávirkar nýtsluna av solarium hjá ungum. Fyri at minka um vandan fyri at fáa krabbamein hafa tey flestu londini í Veturevropa tí sett 18 ára aldursmark fyri at brúka solarium.
Vandin fyri krabbameini økist upp í 59 prosent
Heilsustýrið sigur, at brúkar tú solarium, økist vandin fyri at fáa móðurmerkjakrabba 20 %. Brúkar tú solarium, áðrenn tú verður 35 ár, økist vandin 59 %, umframt at vandin fyri at fáa onnur sløg av húðkrabba eisini økist.
Heilsustýrið sigur, at tað er greitt samband ímillum nøgdina av stráling frá solarium og vandan fyri krabba í húðini.
Brúkar tú solarium meira enn eina ferð um mánaðin í eitt áramál, økist vandin fyri at fáa móðurmerkjakrabba 2-3 ferðir.
Útvið helvtin av teimum, sum brúka solarium, fáa roða, skriða ella turra húð. Stráling frá solarium kann viðhvørt elva til ella sóleksem, og hjá teimum, sum longu hava sóleksem, kann strálingin gera tað verri.
Far ongantíð í Solarium um tú:
· ert undir 18 ár
· ert skáldað/-ur, tá tú vart barn
· ella næsta familjan hevur havt húðkrabba
· tekur heilivág, sum ger húðina ljósviðkvæma
· hevur ljósa ella frøknuta húð
· lætt ella ofta skáldar teg av sólini
· longu ert skáldað/-ur
· hevur nógv móðurmerki ella mislittar blettir á húðini.
Um tú kortini ætlar tær í solarium, skalt tú hugsa um hetta:
· Far bert í solarium, um tú sjáldan ella ongantíð skáldar teg av sólini
· Brúka verndarbrillur og vejr arr, tatoveringar, kynsgøgn og onnur viðkvom øki á húðini
· Far ongantíð dupultan túr í solarium
· Brúka ikki sminku ella kropskrem, sum kunnu styrkja virknaðin av solarium
· Sóla tær ikki uttandura sama dag, sum tú fert í solarium
· Set teg í samband við lækna, um tú ivast um heilivágsnýtslu, tá tú tekur sól. Nøkur sløg av heilivági gera húðina ljósviðkvæma.
· Set teg eisini í samband við lækna, um eitt móðurmerki broytist ella fer at skriða, ella um tú varnast aðrar óvanligar broytingar við húðini.
Í Føroyum er UV-strálingin yvirhøvur lág ella miðal. Teir ljósu summarmánaðirnar liggur UV-talið mitt á degnum javnan á miðal stigi, sum er millum 3 og 5. Tað er ógvuliga sjáldan, at UV- talið Føroyum fer upp um 6 í summarmánaðunum. Men í einum solarium kann UV-talið koma heilt upp á 12.
Talvan oman fyri vísir, hvussu høgt UV-talið kann verða, áðrenn tað verður vandamikið.
Her ber annars til at síggja, hvussu høgt UV-talið er í Føroyum
https://www.vejrogradar.dk/uv-indeks/torshavn/8863391