Ongi úrslit

USA hevur framt álop á Venesuela

Stjørnin krevur lívstekin frá forsetanum og konuni

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 21:00

USA hevur í morgun føroyska tíð framt eitt stórt álop móti Venesuela.

Tað váttar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

Trump skrivar, at Nicolas Maduro, forseti í Venezuela, er handtikin og flogin av landinum. Somuleiðis er kona hansara, Cilia Flores, stendur í fráboðanini.

Álopið var framt í samstarvi við amerikanskar myndugleikar.

Fyrr á degnum lýsti Maduro neyðstøðu í Venesuela eftir álopið í morgun. Hetta var gjørt í eini fráboðan frá forsetanum sjálvum.

Eftir at Trump segði frá at Maduro og kona hansara vóru handtikin og flogin úr landinum, upplýsti varaforsetin í Venezuela, Delcy Rodriguez, at stjórnin ikki veit, hvar tey bæði eru. Tað segði hann í einum ljóðbroti í almenna sjónvarpinum í Venezuela, sambært Reuters.

Hann segði eisini, at Venezuela krevur lívstekin frá Maduro og konu hansara.

Donald Trump hevur havt ein tíðindafund, har tað millum annað kom fram, at USA framhaldandi fer at stýra Venezuela og at USA fer at taka oljuna frá landinum. Les tað, sum kom fram á tíðindafundinum her

Nógvir kubanarar lótu lív. Teir vardu Maduro. Tað var ikki eitt gott val.

Hann sigur eisini, at hann ikki veit enn, hvussu nógvir kubanarar og venesuelarar eru dripnir.

Mest lisið hesa vikuna

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06