Undrið FF er ein dyst frá at vinna 2. deild

Í dag, leygardagin 4. september, kann Undrið FF vinna 2. deild og harvið tryggja sær uppflyting til 1. deild. Tó er ivasamt, um felagið kann flyta upp, tí Undrið hevur eingin lið í barnadeildunum

Sigurjón Einarsson
4. september 2021 kl. 08:00

Meðan allar fótbólts-Føroyar bíð og telja niður til ársins dyst á Tórsvølli í kvøld, tá Føroyar og Danmark bresta saman, so telja leikarar og viðhaldsfólk hjá lítla fótbóltsfelagnum, Undrið FF, niður til størsta dyst í søgu felagsins, sum er ímóti Royn tíðliga seinnapartin. Dysturin byrjar klokkan 13 í dag í Hoyvík.

Tí meðan Royn berjist fyri at yvirliva í 2. deild, so er Undrið 90 minuttir frá at vinna 2. deild. Vinnur Undrið dystin í dag, so er tað fyrstu ferð í søgu felagsins, at liðið hevur vunnið sær rætt til at spæla í 1. deild.

Tað hevur eisini gingið væl hjá Undrinum hetta kappingarárið. Liðið er klárt nummar eitt í 2. deild, og hevur fingið 38 stig eftir at hava leikt 15 dystir. Liðið hevur higartil vunnið 12 dystir, spælt tveir javnar og bert tapt ein dyst.

Liðini, sum Undrið stríðist um beinleiðis uppflyting við, eru næstbestu liðini hjá 07 Vestur og ÍF. Hesi bæði lið hava ávikavist 30 og 28 stig. Tí skal nógv ganga galið, um eitt tað nýggjasta liðið í føroyskum fótbólti, Undrið FF, ikki vinnur 2. deild í ár, sum liðið kann gera í dag við at vinna móti hvalbingum.

Ivasamt um Undrið kann flyta upp

Tað er ikki vist, at Undrið sleppur at luttaka í 1. deild. Keldur hjá Dimmalætting vilja vera við, at FSF krevur, at felagið hevur lið í barnadeildunum, men tað hevur Undrið ikki. Felagið hevur bert tvey lið skrásett – eitt í 2.deild og eitt í 3. deild.

Undrið er eitt somikið ungt felag, at felagið hevur snøgt sagt ongantíð havt nakra veruliga ungdómsdeild, og tað kann nú spenna bein fyri uppflyting til næstbestu deildina.

Hinvegin hevur Undrið markerað seg sum eitt breiddarfelag, har borið hevur til hjá leikarum at fáa spælitíð, sum kanska ikki høvdu fingið tað í øðrum liðum, og tað sæst aftur í 2. deildarliðnum hjá Undrinum, ið er mannað við leikarum, sum til dømis áður hava leikt fyri HB og B36, men kanska ikki hava fingið møguleika at spæla fyri besta liðið.               

Undrið FF varð stovnað tann 18. januar 2006 og hevur heimavøll í Hoyvík.

Frá 2006 og fram til 2010 var navnið á felagnum Undri uttan Ð. Hetta, tí høvuðsstuðlinum hjá felagnum var "Undri sápa". Í 2010 fekk felagið nýggjan stuðul, og tá varð navnið endurnýggjað, soleiðis at Undrið kom at enda við Ð.

Dysturin millum Undrið og Royn verður leiktur á vøllinum í Hoyvík og byrjar, sum áður nevnt, klokkan 13.

Støðan í 2. deild: