Ongi úrslit

U17 landsliðini í flogbólti áveg tll Ikast

Bæði gentur og dreingir skulu avstað

Ragnar Sjúrðarson
13. oktober 2024 kl. 12:23

U17 landsliðini fyri gentir og dreingir skulu frá mánadegnum 14. oktober til mikudagin 16. oktober luttaka í árligu U17 NEVZA kappingini.

Seinastu árini hevur hendan kappingin verið hildin í Ikast í Danmark.

Ferðalagið við gentunum og dreingjunum fóru í morgun avstað við Atlantsflog til Keypmannahavn og koyra tey síðani við bussi til Ikast.

Genturnar byrja kl. 10 føroyska tíð í morgin ímóti Onglandi.

Kappingin hjá dreingjunum byrjar somuleiðis við dysti ímóti Onglandi. Føroysku dreingirnir byrja kl. 12 føroyska tíð.

Allir dystirnir verða vístir á sjónvarpsrásini hjá danska flogbóltssambandinum: danskvolleyball.tv. Talan er um eina gjaldsrás.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46