Tvíkiljan hjá alifyritøkuni Hiddenfjord hevur verið i dokkhøllini hjá KJ í Klaksvík í nakrar vikur til nýggj FMA krøv, viðlíkahald og eftirlitsarbeiði. Tvíkiljan, sum er nýbygningur nummar 45 hjá KJ, er bygd í 2017 og er 13 metrar long og 6 metrar breið.
Slættanes verður m.a. brúkt á aliøkinum út fyri Sandavág og Miðvág. Heimstaðurin er skrásettur til at vera í Sandavági.
Tvíkiljan er yvirhálað og sær út sum fyrsta dagin. Viðlíkahaldsarbeiðið og uppstigan er framt á ymiska útgerð so sum lensiskipan og trygdarskipan. Tann eftir øllum at døma mest eyðsýnda broytingin er, at tvíkiljan er málað av nýggjum í eyðkenda grøna litinum hjá Hiddenfjord. Tvíkiljan varð sjósett aftur týsdagin 10. februar, og fyrrapartin í gjár 12. februar fór hon í góðveðrinum vestureftir aftur.