Ongi úrslit

Tunnilin til Tjørnuvíkar hongur í leysari luft

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 11:13

Enn er púra óvist, nær farið verður undr at gera ætlaða tunnilin til Tjørnuvíkar.

Tað sæst, nú Ruth Vang, landsstýriskvinna í samferðslumálum, hevur svarað einum spurningi frá Henriki Old, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin.

Henrik Old sigur, at samgongan hevur, í fleiri ár, sett játtan av til Landsverk at fyrireika og gera tunnil til Tjørnuvíkar.

Á borgarafundi í Tjørnuvík á sumri 2024 greiddu Landsverk og landsstýrismaðurin frá, at fyrireikingarnar gingu væl og ætlanin var at fara undir arbeiðið á vetri í 2024.

Samgongan hevur verið samd um, at so skjótt tunnilsliðið hjá Landsverki var liðugt at bora Dalstunnilin, skuldi útgerðin flytast norðureftir, so farast kundi undir at bora til Tjørnuvíkar uttan drál.

– Seinasta skotið í Dalstunlinum var latið av fyri júst tveimum árum síðani, og arbeiðsfólkið á tunnilsliðnum var liðugt við tunnilsarbeiðið fyri fleiri mánaðum síðani. Men enn er eingin útgerð at síggja hvørki í Tjørnuvík ella í Haldórsvík, staðfestir Henrik Old.

Ruth Vang sigur, at arbeiðið at fyrireika Tjørnuvíkartunnilin, er liðugt.

Hon sigur, at Landsverk ætlar fyrst at bjóða arbeiðið millum privatar fyritøkur at gera økið kring tunnilsmunnarnar, áðrenn tunnilsliðið hjá Landsverki kann byrja uppá sjálvan tunnilin.

– Orsøkin til at útgerð, ið hoyrir til tunnilsgerð hjá tunnilsliðnum hjá Landsverki, ikki er flutt norður enn, er, at ein partur av útgerðini framvegis verður brúktur til at gera Dalstunnilin lidnan, sigur landsstýriskvinnan.

Ein partur av útgerðini stendur á maskinstøðini í Sundum og aðrastaðni, leggur hon afturat.

Harumframt er byggiplássið ikki gjørt við Marmaskallará, har portalurin verður Haldórsvíkarmegin.

– Útgerðin til tunnilsgerðina verður flutt norður til byggiplássið, tá byggiplássið við Marmaskallará norðanfyri Víkarnes er klárt, sigur Ruth Vang.

Í leysari luft

Men nær tað verður klárt, hongur í leysari luft.

Rutg Vang staðfestir, at hetta er ein kostnaðarmikil íløga og áðrenn farið verður undir hana, má politisk støða takast til, hvar Tjørnuvíkartunnilin verður lagdur í eini langtíðarætlan.

Samstundis eigur ein verklagslóg at verða gjørd soleiðis, at løgtingið kann taka støðu til Tjørnuvíkartunnilin.

– Landsverk hevur mett, at skal tunnilsliðið bora Tjørnuvíkartunnilin, fer hann at kosta 200 milliónir.

Men tað verður eisini neyðugt at breiðka ein part av vegnum frá Brúnni við Streymin og norður til tunnilin, og tað verður mett til at kosta einar 50 milliónir.

Tað merkir, at tilsamans kostar Tjørnuvíkartunnilin 250 milliónir í dagsins prísum. Harumframt er eitt váðaískoyti uppá 50 milliónir, so tilsamans skal Løgtingið fyrireikað seg upp á at brúka 300 milliónir upp á Tjørnuvíkartunnilin.

Hinvegin er játtanin so lítið, at tað ger hvørki frá ella til.

Játtanin, sum er tøk til Tjørnuvíkartunnilin í ár, er bara12 milliónir. Og eftir fíggjarlógini skulu 10 milliónir setast av í 2027 og eisini 10 milliónir í 2028.

Arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum kann gerast so langt játtanin røkkur á hvørjum ári.

Men Ruth Vang sigur, at fyri at hava eina skynsama arbeiðsgongd við tunnilsgerðini, metir Landsverk, at tað verður neyðugt at seta 30 til 40 milliónir av til endamálið - um árið.

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19