Ongi úrslit

Trý ferðsluóhapp í hálku og kava

Nógva staðni var ringt at koyra í gjárlvøldið. Hendan myndin er av Facebook
Áki Bertholdsen
3. januar kl. 09:09

Í gjárkvøldið vóru koyrilíkindini vánalig fleiri staðni, tí tað var bæði ómetaliha hált, umframt at tað var bæði kavi og jarðrok - og heilt fitt av vindi eisini summastaðni.

Løgreglan sigur, at tey hava fingið boð um trý ferðsluóhapp í hesum sambandi - men tað var eingin fólkaskaði nakrastaðni.

Á Sandavágshálsi fór ein bilur út av í hálkuni og tað elvdi til nakað av trupulleikum. Men har fór Landsverk á staðið og fekk skil á aftur og fekk salta vegin betur.

Á strekkinum ímillum Vágatunnilin og Leynatunnilin fór ein bussur hjá Bygdaleiðum út av í gjárkvøldið. Løgreglan sigurm at tað var ikku nógv fólk í bilinum, og, sum sagt, var eingin fólkaskaði. Bussurin varð skjótt fingin upp aftur.

Og í Kaldbaksborni gliðu bilar á hvønn annan, men har var heldur ikki stórvegis av skaða.

Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið avbera friðarligt í nátt og lítið av fólki hevur verið í býnum.

Mest lisið hesa vikuna

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06