Í gjár hendu tvey ferðsluóhapp, har løgreglan kom uppí.
Seinnapartin misti ein bilførari tamarhaldið á bilinum á Skálafjørðinum og hann fór út av og í Norðragøtu hendi eisini eitt ferðsluóhapp har tveir bilar stoyttu saman
Fólkaskaði var eingin, men bilarnir fingu stóran skaða.
Hinvegin hendi eisini eitt ferðsluóapp við Gøtueiði, har tveir bilar rendu saman. Ein bilførari blinkaði til høgru tí hann skuldi seta bilin við vegjaðaran.
Men tá ið hann koyrdi inn aftur á vegin kom ein bilur aftanífrá og rendi á hann. Løgreglan skal nú kanna um bilførarin, sum hevði staðið stillur, ansaði nóg væl eftir ferðsluni, tá ið hann skuldi út aftur á vegin, og úrslitið kann verða, at hann verður skuldsettur fyri tað.