Í gjár var løgreglan víða um og kannaði ferðsluna, bæði hvussu skjótt bilar koyrdu, og onnur viðurskifti.
Og tað var ikki til fánytis, tí tey skrivaðu fimm bilførarar upp, sum ikki hildu seg til reglurnar.
Løgreglan sigur, at tríggir bilførarar mistu koyrikortið.
Í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyrrapartin á strekkinum frá Kollafjarðartunlinum, kollafjarðarmegin, og oman ímóti rundkoyringini. Har er loyvt at koyra 80, men hesin koyrdi 112, og tað kostar honum koyrikortið.
Somuleiðis vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra á strekkjum, har hámarksferðin er lækkað úr 80 kilometrum um tíman, niður í 60.
Annnar varð tikin á Velbastaðsvegnum ímillum býin og Norðasta Horn og hann koyrdi 88 og tað kostar honum eisini koyrikortið.
Og somululeiðis varð ein tikin á nýggja ringvegnum oman fyri Havnina, á Havnarvegnum sum hann eitur, og hann koyrdi 84, so hann má eisini taka koyrikortið um aftur.
Norðan fyri varð ein bilførari tikin fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi og tað kostar honum 1.500 krónur í bót og eitt klipp í koyrikortið.
Og í Klaksvík fekk ein bilførari eisini bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra inn á ein veg sum var einsrættaður - hinvegin.