Hetta var triðju ferð, at slíkur tíðindafundur var hildin.
FMA verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 6. mars kl 19:30.
Hetta er 12 ár, at FMA verður, og fimtu ferð Tónleikasamband Føroya er samskiparar.
Dánjal Á Neystabø byrjaði tíðindafundin og Siri avdúkaði tey tilnevndu.
Í ár skulu 13 FMA-virðislønir handast.
Elinborg hevur flestar FMA.tilnevningar við heili fimm tilnevningum.
Vertir í ár verða
Jákup Dahl
Rannvá Gaard Fossaberg
Hesi framføra í ár
Elinborg
Lyon Hansen
Kalas
Byrta og Sakaris
Adrenaline
Jazzygold
Ársins útgáva
Elinborg - Í Ævir
Jazzygold – it’s been a while
Lyon Hansen – Skull-Sized Kingdom
Stanley Samuelsen - Sólskin
Benjamin Rajani – Tá hvørt ljós líkist tær
Ársins Ser-útgáva
(Hotel Brandan letur)
Arnold Ludvig Quintet - live í Maggies ‘18
Á fangin – Movements
Hettarher – Seinasta Paradís Á Jørð
Ragnar Olsen – Nordic Classical Guitar
Kalas – Minnisgripir
Afenginn - Movements 1
Ársins Sangur
(Tórsfest letur)
Cake (Baddies Edition) - Jazzygold, Marianna Winter, Tamara Mneney
Kamarið – Tøgn
Patio - Marianna Winter
Blóð - Elinborg
Tveitan – Tunghoyrt
Ársins Tónaskald
Hettarher - Seinasta Paradís á Jørð
Elinborg Pálsdóttir - Í Ævir
Jasmin Mote - It’s been a while, Cake og Cake (Baddies Edition)
Arnold Ludvig - Live í Maggies ‘18
Lyon Hansen - Skull-Sized Kingdom
Ársins Spíri
(Tórshavnar Kommuna letur)
Hoym
Kalas
Tunghoyrt
Tøgn
Ronja
Ársins Tónleikari
Vár Miðberg
Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Jólasoul, Tina Mellem, Femininomen, ÁSA, Gówa, Dania O. Tausen, Volapuck, Johanna, Ark Lovsang, Zahles husorkester, v.m.
Vinjar Egilsnes Petersen
Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: jazzygold, Jólasoul, Andervel, Elinborg, Sakaris, GØ, Ester Skala, Guðrið Hansdóttir, Døgg Nónsgjógv og Vinjar.
Heðin Ziska Davidsen
Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Tjant, FRUM, Elinborg, Afenginn, Klingra, Marius Ziska, Resterne af rigsfællesskabet, Kóboykex og Yggdrasil.
Eyðun Johannesen
Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Lenu Anderssen, Jól við Løkin, Í menniskjum góður tokki, Hallur Joensen, M.C. Restorff heiðurskonsert, Fríði Sigmundsson og Ingmar.
Helge M. Greve
Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Tunghoyrt, Alto og vinnarin av Stella Polaris 2025.
Ársins Tekstur
Kærleikin – Elinborg Pálsdóttir
Summar nætur – Lyon Hansen
The benefactor – Jón Klæming Hofgaard
Eina afturat – Ása Helena Brynjarsdóttir
Patio – Marianna W. Nagata
Ársins Myndlistarligi Samleiki
Frum hevur altíð arbeitt nógv við sínum myndlistarliga útrykki, og á plátuni “Íða / Whirlpool”, verður hetta enn meira heilstoypt. Frum er tilnevnd fyri plátuhúsan, sølulutir, pallsetan og myndlistarliga samleikan á palli og talgildum miðlum.
Ester Skála hevur ein sera gjøgnumførdan og samanhangandi myndlistarligan samleika, ið kennist sum eitt nátúrligt framhald av hennara tónleiki. Hetta er heilstoyptur pink poppur. Tilnevningin er fyri látuhúsan til "Unicorn" og samleikan á palli og talgildum miðlum.
Føroyskt/bretski bólkurin Tweed & Hyenas hava skapt ein av flottastu plátuhúsum í árinum, við serstakliga vakrari og djúphugsnari illustratión, hesin estetikkur gongur eisini aftur á teirra sosialu miðlum. Tilnevningin er fyri plátuhúsan til “saltations”.
Jazzygold hevur seinnu árini givið fleiri góð sjónbandaløg út. Á sjónbandinum "Welcome to my head" tykist hon enn meira greið í sínum stíli, og svart/hvíti heimurin og persónligu myndaevnini raka væl nervan í hennara tónleiki.
Elinborg hevur eitt greitt og heilstoypt myndlistarligt úttrykk, ið sæst aftur gjøgnum alt, ið hon ger: á palli, á plátuhúsanum til "Í Ævir" og á sjónbondunum "Blóð" og "Vatnins verur". Fyri heildina er hon tilnevnd.
Jinglu kapping
Aftur í ár var møguleiki hjá áhugaðum at senda inn sítt boð uppá ársing jinglu til FMA. Sjey jinglur vórðu sendar inn. Vinngarin gjørdist:
Urbanus Olsen
Hesi verða avdúkað seinni (ongar tilnevningar)
Ársins tónleikaheiður
Ársins átak
Ársins útflutningsvirðisløn
Ársins áhoyraravirðisløn
(2 mars kunnu øll atkvøða)