Ongi úrslit

Tikin fyri at koyra bil - bara 16 ára gamalur

Løgreglan kannaði ferðsluna ymsastaðni í gjár

Áki Bertholdsen
4. februar kl. 08:30

Í nátt steðgaði løgreglan einum bili í Havn, men tá ið viðurskiftini vórðu kannað, vísti tað seg, at bilførarin var bara 16 ára gamal.

Sostatt er hann alt ov ungur at koyra bil og tað verður hann skuldsettur fyri. Løgreglan veit ikki, hvaðani hann hevur fingið lyklarnar til bilin frá.

Annars hevur løgreglan eisini kannað ferðsluna á strekkinum Norður um Fjall, men har var ringt veður og lítil ferðsla, so har vóru eingir bilar tiknir - tó vórðu tveir bilførarar skrivaðir upp, tí allar lyktirnar lýstu ikki.

Og Norðuri við Áir kannaðu tey eisini ferðsluna og har fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 109 kilometrar um tíman.

Mest lisið hesa vikuna

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

Í gjár kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14