Húsaprísirnir eru farnir til himmals hesi seinastu árini og aftur í fjør gjørdu teir eitt lop upp eftir. Tað vísir ein núggj greining hjá Betri Heimi, sum keypur og selur bústaðir fyri fólk. greiningin umfatar bústaðir í Havnini, í Eysturoynni og miðaltalið fyri Føroyar.
Orsøkin til príshækkingina er, at eftirspurningurin veksur- og samstundis er hann munandi hægri enn útboðið er. Tí er einki, sum bendir á, at prísirnir fara at lækka í ár – tvørturímóti, sigur Betri Heim.
Sethúsini í Føroyum dýrkaðu í miðal 12 prosent í fjør og í miðal kostaði eini hús 3,1 millión. Í Havnini var miðalprísurin í fjør 4,6 milliónir krónur samanborið við 4,2 milliónir krónur í 2024. Tað er ein vøkstur upp á 10 prosent.
Í Eysturoynni kostaðu húsini 2,6 milliónir krónur í miðal í fjør. Tað eru 12 prosent meira enn í 2024, tá miðalprísurin var 2,3 milliónir krónur.
Gongdin var tann sama á íbúðarmarknaðinum, har íbúðirnar í Tórshavn dýrkaðu 12 prosent. Ein miðalstór íbúð upp á 85 fermetrar, kostaði í fjør 3,4 milliónir krónur. Tað svarar til 40.200 krónur fermeturin. krónur.
– Eftirspurningurin eftir bústøðum sær út til at vera størri enn nakrantíð, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi, í tíðindaskrivi.
– Eisini er eftirspurningurin bæði munandi størri og meira fjølbroyttur enn útboðið. Ungar familjur vilja hava íbúð ella raðhús, og tey eldri vilja sleppa úr teimum stóru sethúsunum í ein minni bústað, sum er lættari at halda, sigur hon.
– Bústaðir kring alt landið verða seldir skjótt, og oftast eru sera nógvir áhugaðir keyparar fyri hvørja sølu.
– Tí fara prísirnir helst at hækka enn meira komandi tíðina, sigur Kára á Dunga.
Hóast bústaðarprísirnir eru øktir nógv seinasta árið, hava lægri rentur og hægri lønir við sær, at tað er lutfalsliga lættari at seta búgv í dag, enn tað var fyri einum ári síðan.
Bústaðarbyrðan vísir hvussu stórur partur av inntøkuni hjá eini barnafamilju, sum keypir bústað, og hevur 10 prosent í eginpeningi, fer til bústaðarlánið.
Í hesum sambandi verður alt talt upp í, bústaðarprísurin, rentan, miðalinntøkan og skatturin.
Bústaðarbyrðan fyri íbúðir í Tórshavn var í fjør 27 proent.
Barnafamiljur, sum keyptu íbúð í høvuðsstaðnum, skuldu sostatt brúka ein góðan fjórðing av sínum tøka peningi til bústaðarlánið.
Tað er nakað minni enn í 2024, tá bústaðarbyrðan var 29 prosent.
Fyri sethús var bústaðarbyrðan í fjør 38 prosent í Havn og 20 prosent í Eysturoynni. Tað er lægri enn í 2024, tá ið bústaðarbyrðan var ávikavist 42 prosent í Havn og 22 prosent í Eysturoynni.
Bústaðarbyrðan í miðal fyri alt landið var 24 prosent í fjør samanborið við 26 prosent í 2024.
