HM undankappingini í 2025 gav ábendingar um, at tað er spennandi landsliðsár, sum bíðar Eyðuni Klakstein og hansara monnum.
Lutakastið til Nations League verður fyrst í nýggja árinum, og dystirnir vera næsta heyst. Talan er um fýra styrkisløg, og Føroyar eru í triðja styrkisraðnum. Lutakastið fer at vísa, hvørji mótstøðuliðini fara at vera, men tað er greitt, at mótstøðulondini í hesi kappingini í styrki eru á sama stigi sum Føroyar.
Úrslitini í farna ári benda á, at talan verður um spennandi kapping, og at føroyska liðið hevur møguleika at standa seg væl.
Í farna kappingarári spældi landsliðið tíggju dystir. Føroyar vunnu fimm dystir, og Føroyar taptu fimm dystir. Samlaði málmunurin var 12-10. Hetta er besta úrtøkan yvirhøvur hjá landsliðnum, sum hevur verið við í altjóða kappingum síðani í 1990.
Í HM undankappingini vunnu Føroyar 2-1 á heimavølli og 1-0 á útivølli ímóti Liktinstein. Føroyar vunnu 2-1 á heimavølli ímóti Kekkia og 4-0 á heimavølli ímóti Montenegro, og so endaði ársins síðsti dystur – vinadystur í Kroatia ímóti Kasakstan – við 1-0 føroyskum sigri.
Føroyar taptu HM undankappingardyst í Kekkia 2-1 og í Montenegro 1-0. Ímóti Kroatia endaði tað við 1-0 heimatapi og 3-1 tapi á útivølli, og so endaði vinadysturin í Georgia við 1-0 tapi.
Talan var um støðuga leikliga menning. Sigrarnir á heimavølli ímóti Montenegro og serliga Kekkia í heyst vaktu ans, og ímóti kroatiska risanum var munurin hvørgu ferðina serliga stórur.
Kvinnurnar í HM undankapping
Tíðliga komandi ár verður sjøtul settur á HM-undankappingina hjá kvinnum. Føroyar eru í bólki C4 saman við Grikkalandi og Georgia. Tilsamans fýra dystir eru á skránni.
Føroysku kvinnurnar leggja fyri í Grikkalandi 7. mars, og ein góðan mánað seinni, spæla Føroyar tveir heimadystir, tann fyrri ímóti Grikkalandi og nakrar dagar seinni, er tað Georgia, sum vitjar á Tórsvølli. Seinasti dysturin í HM-undankappingini er á útivølli ímóti Georgia 5. juni.
Dystaskráin
07.03.2026 Grikkaland – Føroyar
14.04.2026 Føroyar – Grikkaland
18.04.2026 Føroyar – Georgia
05.06.2026 Georgia – Føroyar
HM-undankappingin er í trimum deildum – A, B og C. Føroyar eru í deild C. Teir fýra bólkavinnararnir í deild A spæla seg beinleiðis víðari í sjálvt endaspælið, meðan hini londini á deild A og bólkavinnarar og bestu 2’arar í deild B og C kunnu spæla seg víðari til endaspælið umvegis tvey play-off umfør.
UEFA hevur fingið tillutað 11 pláss í HM-endaspælinum, sum verður í Brasil á sumri í 2027.