Ongi úrslit

Tað er vandamikið

Í morgunsendingini hjá KVF í dag ávaraði tey fólk um vandar við solarium.

Vilhelm Clementsen
6 tímar síðan

Heilsustýrið hevur í løtuni eitt átak á sosialum miðlum, við at skriva um ymiskar mytur og fakta hví tað er vandamikið at fara í solarium

Okkara fatan er, at solarium verður meira og meira brúkt. Nýggjastu tølini um solariumvanar eru frá 2022, og har sá mann, at solarium bleiv nógv brúkt, og nú eru ábendingar um, at serliga tey ungu brúka regluliga solarium, sigur Noomi Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum, og vísir samstundis á, at tað ikki er óvanligt hjá ungum undir 18 ár at brúka solarium, hóast lógin sigur, at tú skalt vera yvir 18 ár.

Eg bleiv eitt sindur ovfarin, tá eg flutti heim til Føroya, tí her er nógvur húð og móðurmerkjakraabi í mun til veðurlagið, og har er solarium ein syndari, sigur Rókur Akralíð.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46