Ongi úrslit

Tað er fleirfaldur FM fagnaður í góðveðrinum í Sarpugerði

Í steðginum vera gullvinnararnir í næstbestu deildini og U-17 greipuvinnararnir fagnaðir

Jonhard Hammer
26. oktober 2024 kl. 14:57

Tað er av álvara gullhýrur í Sarpugerði í Norðragøtu.

Besta liðið er meistari, og hálvleiksstøðan ímóti 07 Vestur er málleysur javnleikur. Tað kennist bæði á og kring vøllin, at alt er avgjørt, og at Víkingur eftir dystin fer at fáa FM steyp og gullkrónur.

Í gjár endaði kappingin í 1. deild, tá ið gullvinnararnir í Víkingi vunnu 5-2 á heimavølli ímóti B36.

Týskvøldið tryggjaði U-17 liðið hjá Víkingi sær FM heitið og eisini greipuna. Hesi bæði liðini verða fagnað í Sarpugerði, har tað er nógv fólk, og har veðrið er av tí fagrasta.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46