Ongi úrslit

Synagoga í Manchester álopin

Tvey fólk dripin og trý særd

© Reuters
Jóhanna Højgaard
2. oktober 2025 kl. 16:00

Tvey fólk eru dripin og trý onnur hava fingið álvarsligan skaða í einum bil- og kníválopið í einari synagogu í Manchester.

Tann ákærdi er skotin til deyðis av løgregluni. Enski forsætisráðharrin Keir Starmer hevur avbrotið sína luttøku í ES-fundinum í Keypmannahavn, og er farin aftur til Bretlands at halda ein bráfeingis fund.

Sir Keir Starmer

Í samrøðu við tíðindafólk í Keypmannahavn, áðrenn hann fór í flogfarið, segði Keir Starmer:

-Álopið í Manchester í morgun er skelkandi og allir okkara tankar eru við teimum, sum eru rakt.

-Eg eri á veg aftur til London, og tá eg komi, skal eg vera halda ein bráðfeingis Cobra-fund. (Fundur fyri stjórnina og aðrar ávarandi myndigleikar)

- Eg eri longu førur fyri at siga, at fleiri politi-eindir eru sendar út til synagogur kring landið, og vit fara at gera alt fyri at halda okkara jødiska samfelag trygt.

- Eg havi tosað við Mark Gardner frá CST (Community Security Trust, ein bólkur, sum veitir trygd, og ráðgeving til jødiska samfelagið) og Andy Burnham, sum er borgarstjóra í Manchester. Og eg vil takka neyðhjálpartænastuni fyri skjóta svar teirra.

Ákærdi gerningsmaðurin sum løgreglan skeyt

Hjálparkommisserurin Laurence Taylor, leiðari fyri yvirgangspolitiið, segði seinnapartin :

-Við støði í tí, sum vit vita, hevur løgreglan lýst hetta sum eina yvirgangshending. Vit hava eisini gjørt tvær handtøkur afturat.

Heaton Park Hebrew Congregation synagogue

Álopið hendir á heilagasta degnum jødanna, Yom Kippur.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50

Myndir: Lív í umborð

Í gjár kl. 19:20