Føroyskur hondbóltur tók í kvøld enn eitt stig ímóti hondbóltstindinum. Tá ið Føroyar vóru í fyrsta EM endaspælinum í januar í fjør, varð rætturin vunnin við at Føroyar vóru millum bestu tríararnar.
Nú er heilt øðrvísi. Í kvøld vunnu Føroyar 25 – 23 á útivølli í Kosovo. Nú eru Føroyar fremst í bólkinum, og undan heimadystinum sunnukvøldið ímóti Ukraina er tað greitt, at Føroyar hava tryggjað sær pláss í EM endaspælinum, sum eftir ársskiftið verður í Danmark, Svøríki og Norra. Tað er greitt, at Føroyar fara at spæla dystirnar í innleiðandi umfarinum í Oslo.
Øll atgongumerkini í høllini við Tjarnir sunnukvøldið eru langt síðani útseld. Tá ið atgongumerkini vórðu seld, varð roknað við og vónað, at dagsskráin fór at vera dystur um at kvalifisera seg. Nú er hetta broytt. Dagsskráin í stúgvandi fullu høllini við Tjarnir verður nú at vinna undankappingarbólkin. Fyri fáum árum síðani kendist hetta at vera dreymur, sum tað skuldi arbeiðast nógv fyri at vera í nánd av.
Nú er hetta veruleiki.
-Hetta kennist ógvuliga søtur sigur. Vit vóru fegnir um fyrstu ferð at vinna okkum í EM endaspæl, og síðani tá hava vit droymt um og arbeitt fyri, at tað skuldi eydnast at vinna okkum í enn eitt endaspæl, og nú stórfegnast vit um, at plássið í endaspælinum er tryggjað, áðrenn vit fara at spæla síðsta heimadystin. Vit fegnast í kvøld, og í morgin fara vit at ferðast til hús og samstundis at flyta fokus á dystinum ímóti Ukraina, sum vit ógvuliga fegnir vilja vinna, sigur Theis Rasmussen í samrøðu við Ásbjørn Nielsson Nattestad, sum í kvøld var í Kosovo og útvarpaði dystin í Rás2 útvarpinum.
Hvat tí leikliga viðvíkur var hetta ikki besta avrikið hjá nú sigursvanda liðnum. Í fyrra hálvleiki var verjuspælið ikki, sum tað plagar at vera, og í álopinum var tað ofta, at stinni málverjin hjá heimaliðnum bjargaði, tá ið føroysku spælararnir høvdu spælt seg í góðar støður.
-Hóast tað í fyrra hálvleiki gekk striltið, so vóru vit fokuseraðir, tá ið vit aftur vóru á vøllinum, og vit vistu, at um tað fór at eydnast at umseta fleiri møguleikar til mál enn í fyrra hálvleiki, so var møguleikin góður fyri at vinna, sigur Elias Ellefsen á Sipagøtu.
Pólsku dómararnir góvu heimamonnunum av álvara møguleika at spæla við vøddunum. Tað órógvaði føroyingarnar, sum kortini ikki mistu seg burtur:
-Vit arbeiða støðugt við tí mentala. Tað er nógv betri nú, enn tað var, men tað er framvegis møguleiki fyri at betra um tað, og tað skal til, um vit skulu halda fram við at menna liðið, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu í Rás2 útvarpinum.
Fyri gongdina í seinna hálvleiki og úrslitið var tað heilt avgerandi, at Hákun West av Teigum var so tryggur, tá ið hann tók sær av brotskøstunum. Hann var føroyskur toppskjútti við 11 málum.
Dystargongdin Kosovo – Føroyar:
5 min: 3-1
10 min: 5-3
15 min: 6-6
20 min: 8-8
25 min: 11-10
30 min: 13-12
35 min: 15-15
40 min: 17-16
45 min: 17-19
50 min: 21-20
55 min: 23-23
60 min: 23-25
Kosovo – Føroyar 23 – 25 (13 – 12)
Hondbóltur menn EM undankappingardystur
Hósdagin 8. mai 2025 kl. 20.15 í Pallati i Rinise dhe Sportit í Pristina í Kosovo
Dómarar úr Póllandi: Jakub Rawicki og Michal Fabryczny
Føroyar: Hákun West av Teigum 11, Elias Ellefsen á Skipagøtu 4, Óli Mittún 4, Leivur Mortensen 3, Pætur Mikkjalsson 1, Vilhelm Poulsen 1, Ísak Vedelsbøl 1, Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg, Rói Berg Hansen, Tróndur Mikkelsen, Pauli Mittún, Rói Ellefsen á Skipagøtu, Teis Horn Rasmussen
Málverjar:
Pauli Jacobsen 7 bjargingar
Aleksandar Lacok 5 bjargingar
Á beinkinum: Peter Bredsdorff-Larsen, Hjalti Mohr Jacobsen, Tom Jensen, Høgni Vilhelmsen