Ongi úrslit

Sunda kommuna skrivar undir avtalu um útstykking á Oyrarbakka

Pf Articon skal gera arbeiðið, sum fevnir um 11 grundøkir umframt miðøki

sunda.fo
5 tímar síðan

Arbeiðið at gera ovara partin av útstykkingini á Oyrarbakka lidna er undirskrivað

Arbeiðið varð steðgað miðskeiðis í fjør, og ávísar ákoyringar hava verið um, at endamálið var at lata útstykkingina liggja í ongamannalandi. Hetta er tó ikki rætt. Arbeiðið, bæði viðvíkjandi lendisarbeiði og ráðgeving/eftirliti koyrdi uppá tímaløn, uttan at nøkur bindandi tíðarætlan var í verkætlanini. Avrátt var at hava fokus á niðaru ústykkingini fyrst, og síðani venda aftur til ovaru útstykkingina.

Í dag er avtala undirskrivað við P/F Articon, um liðugtgerð av ovaru útstykkingini. Talan er um heildararbeiðstøku, so arbeiðið er liðugt um hálvan juli í ár, og tá standa 11 nýggj grundøkir og eitt miðøkið klár at taka í nýtslu.

Út yvir tað verða í løtuni bindandi tilboð heintað inn um liðugtgerð av niðaru útstykkingini. Tað arbeiðið skal eftir ætlan eisini standa liðugt í summar og kemur væntandi fyri á býráðsfundi í mars.

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

13 tímar síðan

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05