Súlan í Mykinesi reiðrast í plastik

Enski granskarin Nina O’Hanlon fann plastik í 74% av reiðrunum hjá súluni í Mykinesi

Hergeir Staksberg
13. juni 2019 kl. 11:40

Okkum dáma væl at lýsa Føroyar sum heimsins reinasta land, men tað er súlan í Mykinesi helst ikki samd í. Í seinastu viku fann enski granskarin Nina O'Hanlon plastik í 74% av reiðrunum hjá súluni í Mykinesi

Í gjár vísti Føroyar seg frá síni bestu síðu. Sólin hevði bestemmað seg fyri at vísa sítt andlit, og føroyingar kring landið skundaðu sær at finna grillina fram. Í fleiri handlum vóru ongir búffar og ongar pylsur í frystiboksini, men samstundis sum sólin spreiddi gleði, so var ein skuggasíða av Føroyum avdúkað í myrka hølinum í Perluni.

(Nina O'Hanlon granskar sambandið millum plast og reiður hjá sjófugli)

8 milliónir tons av plasti í havið um árið
Vit eru í Perluni. Tað er enski granskarin Nina O’Hanlon sum greiðir frá, hvørja ávirkan plastik hevur á sjófugl. Plastdálking er ikki nakað nýtt problem, men tað er eitt aktuelt problem. Átta milliónir tons av plastikki enda í havinum árliga, og 56% av øllum sjófugli verður ávirkaður av plastinum.

Í eini verkætlan hjá O‘Hanlon kannaði hon 36.000 fuglar, men bara 65 av fuglunum doyðu orsakað av plasti. Hetta merkir, at tað eru lutfallsliga fáir fuglar, sum doyggja av plasti, men plastdálkingin er líka nógv ein etiskur spurningur: Kunnu vit liva við, at súlan í Mykinesi reiðrast í okkara skrelli?

(Hendan súlan doyði av fiskiútgerð. Mynd: Shutterstock)

Fiskivinnan er høvuðssyndarin
Tað er serliga fiskiútgerð sum rakar sjófuglin. Tildømis fann O’Hanlon heilt lítið av plasti í reiðrunum í Kanada, meðan hon fann plast í øllum reiðrunum í Norra.

O’Hanlon veit ikki við vissu, hví fuglurin er meir dálkaður í ávísum londum í mun til onnur, men tað sær út til, at tað er samband millum dálking og fiskivinnusamfeløg.

Høvuðssyndarin er eitt bíligt slag av plasti sum verjir trolið, men skaðar fuglin. Hetta er tað plastið, sum verður brúkt til at verja trolið móti havbotninum.

(Strandarudding loysir ikki problemið, men er við til at varpa ljós á problemið. Mynd: Shutterstock)

Strandarudding varpar ljós á problemið
Seinastu árini hava vit sæð fólk ruddað plastik í fjørðuni og á strondunum. Sambært O’Hanlon, so er strandarudding eitt gott átak, og sjálvt um tað ikki loysir alt problemið, so ger tað mun. 

Orsøkin til, at strandarudding ikki kann loysa alt problemið við plasti er, at tað er bara ein brøkpartur av øllum plastinum, sum skolar upp á land.

Tað góða við tiltøkum sum strandarudding er, at tað skapar uppmerksemi. Tey, sum heinta plast á strondini eru við til at varpa ljós á ein nógv størri trupulleika, sum millum annað súlurnar í Mykinesi gjalda fyri.

Les meir um politisku ætlanirnar í samband við plastdálking í Føroyum HER

Les eisini: Kanada setur forboð fyri at brúka eingangsplast HER 

Les um fólkafundin á Bornholm, har tað flýtur í plasti HER