Rætting: Tiltøk eru sett í verk í samband við plastdálking

3 tiltøk sett í verk fyri at minka um plastdálking í Føroyum

Hergeir Staksberg
20. juni 2019 kl. 14:13

Í eini grein um plastdálking søgdu vit, at mann hevði onga konkreta ætlan um at tálma plastdálking frá politiskari síðu. Hetta var ikki rætt, og vit biðja landsstýriskvinnuna um umbering fyri mistakið

Landstýriskvinnan í umhvørvismálum Sirið Stenberg greiðir frá, at tey longu hava sett hol á trý av uppskotunum, sum vóru í tilmælinum frá Umhvørvisstovuni.

Samanlagt eru 11 uppskot í tilmælinum um, hvussu vit kunnu minka um plastdálking í Føroyum.

(Mynd: Shutterstock)

Betri pantskipan

- Fyrsta uppskotið, sum vit arbeiða við, er at fáa víðka okkara pantskipan fyri einnýtisíløt úr plasti. Problemið við núverandi skipan er, at okkara pantskipan ikki fevnir um øll einnýtisíløt til sodavatn og leskidrykkir. Tildømis taka ávísar fløskuautomatir bara í móti ávísum plastfløskum, meðan aðrar fløskur enda í ruskspannini, tí onki pant er á teimum, sigur Sirið.

- Nú arbeiða vit so við at gera eina nýggja skipan, sum tekur í móti fleiri sløgum av einnýtisíløtum. Hetta fer bæði at økja um endurnýtsluna og gera tað lættari hjá fólki, tá mann fær pant fyri fleiri ymisk sløg av fløskum á sama staði, sigur Sirið.

(Her hevur mann sorterað burturkasti, so tað er klárt til at endurnýtast. Mynd: Shutterstock)


Størri fokus á endurnýtslu

Men tað er ikki alt slag av plasti, sum kann nýtast í eini pantskipan, og tá pantskipaninin ikki strekkir til, so er endurnýtsla eitt fínt alternativ.

Í løtuni er endurnýtsla av plasti lutfalsliga lítil, so har kunnu vit gera tað betri bæði innan vinnu og húsarhald.

- Tá tað snýr seg um endurnýtslu, so hava vit havt eitt jaligt samskifti við vinnuna, har vit arbeiða saman við Handilsvinnufelagið um at finna eina felags loysn viðvíkjandi plastdálkin, sigur Sirið.

Ein av avbjóðingunum innan endurnýtslu er, at plast er ikki bara plast. Tað eru rættiliga nógv ymisk sløg av plasti, og tað eru ikki øll sløg, sum kunnu endurnýtast.

( Tað eru graslíkisvallir sum hesir, sum hava hug at dálka meir enn neyðugt. Mynd: Shutterstock)


Graslíkisvallir

Vit kunnu skjótt blíva samd um, at tað er sunt at røra seg. Og heimsins best umtókta ítrottargrein er fótbóltur, og tað merkja vit eisini heima í Føroyum.

Vit hava smáar FIFA vallir kring alt landið, umframt teir størri vallirnir. Problemið í hesum førinum er, at graslíkisvallir hava fult av smáum plast bitum í “grasinum”. Kanska plastgrús er eitt betri orð fyri smáu plast bitarnir, men undir øllum umstøðum, so er endamálið við plastgrúsinum at forða fyri, at fóturin ikki stendur fastur í vøllinum, so mann kemur til skaða.

- Problemið við plastgrúsi er, at “grúsið” ofta verður skift út, og at tað dálkar umhvørvið.

- Í løtuni, so samstarva vit við Fótbóltssambandið, har vit í felag royna at finna eitt alternativ til plastgrúsið. Eitt dømi um betri tilfar sum dálkar minni enn plastgrús er sandur og træ, greiðir Sirið frá.

Sambært Sirið, so snýr plastdálkingin seg líka nógv um eina hugburðsbroyting sum ein lógarbroyting.

- Plastdálkingin er ein álvarsamur trupulleiki, og vit hava ikki ráð til at bíða, men verða noydd at gera nakað við problemið, áðrenn tað er ov seint.

- Mín uppgáva í samband við plastdálking er at seta krøv til fólk og vinnu, men vit kunnu ikki loysa allan trupulleikan við lógum. Vit verða eisini noydd at broyta hugburð í mun til forbrúkarasamfelagið, um vit skulu venda plastdálkingini, sigur Sirið at enda.

Les um súluna í Mykines, sum reiðrast í plasti HER