Ongi úrslit

Stýrislimur á Setrinum útnevnd sum heiðursdoktari við UiT

Elaine Munthe, professari, sum er stýrislimur á Fróðskaparsetri Føroya, er útnevnd sum heiðursdoktari við UiT – arktiska universitetið í Noregi

setur.fo
5 tímar síðan

Á stóru ráðstevnuni Lærarar byggja samfeløg, sum varð hildin í sambandi við, at Noreg hevur havt læraraútbúgving í 200 ár, varð Elaine Munthe, professari, kosin heiðursdoktari við UiT – arktiska universitetið í Noregi.

Elaine Munthe, sum gevur sera góð íkast sum stýrislimur á Fróðskaparsetri Føroya, fekk mong lovorð á hátíðarhaldinum. Hon varð lýst sum bæði kjarnin í og fremsta umboð fyri gransking í læraraútbúgving í Noregi.

Dag Rune Olsen, rektari, rósti Elaine Munthe fyri stóra arbeiði hennara til frama fyri norska læraraútbúgving og segði, at hon hevur uppiborið at gerast heiðursdoktari, nú tey hátíðarhalda, at 200 rund ár eru liðin, síðani Noreg fekk sína læraraútbúgving.

Sjálv vildi Elaine Munthe heldur tosa um íkast frá øðrum.

– Hetta hevði ongantíð hent uttan ta stóru vælvild og mongu møguleikar, sum so mong hava víst mær, segði hon m.a. í takkarrøðu síni.

Elaine Munthe hevur havt eina drúgva og merkisverda yrkisleið sum professari í pedagogikki við Universitetið í Stavanger (UiS), har hon hevur verið deildarleiðari, dekanur og leiðari fyri Kunnskapssenter for utdanning.

Hon hevur eisini slóðað fyri teimum størstu eftirmetingunum av læraraútbúgvingum í Noregi.

Vit ynskja Elaine Munthe hjartaliga til lukku við hesum væl uppiborna heiðuri og takka fyri ómetaliga íkast hennara til læraraútbúgvingina og til Fróðskaparsetur Føroya.

Les meira her.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

Í gjár kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

Í gjár kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37